Munurin millum rættingarnar hjá "Denali"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "thumb|right|300px|Tað mesta av [[Alaska er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Denali, 6187 m. Har er ódnar..."
 
HugoGardar (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Mount_McKinley_Alaska.jpg|thumb|right|300px|Tað mesta av [[Alaska]] er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í [[Norðuramerika]], Denali, 6187 m. Har er ódnarveður og nógvur kuldi, heilt niður í -40 kuldastig, sjálvt á hásumri.]]
'''Denali''', ella '''Mount McKinley''', sum tað eisini nevnist, er hægsta fjallið í [[Norðuramerika]]., 6168 metrar høgt og er í amerikanska statinum [[Alaska]].
Mount McKinley liggur júst norðanfyri [[Norðpólurin|pólsirkulin]] í Denali National Park, í amerikanska statinum Alaska. Kuldin er øgiligur, og Denali verður sagt at vera heimsins kaldasta fjall. Denali liggur júst norðanfyri pólarmarkið á 63 breiddarstigum. Hetta ger at kuldin er øgiligur. Stormarnir eru sterkir og eingin alpinistur kann vænta sær gott veður allan vegin upp á toppin. Kuldin er ekstremur, ikki óvanligt niður í -75 kuldastig. Klintrararnir flúgva við einum lítlum propel-[[flogfar]]i úr nærmasta býnum [[Anchorage]] og lenda umleið 45 min. seinni á jøklinum við fótin á Mt. McKinley í Denali National Park.
 
Denali er eldra navnið og soleiðis nevndi upprunafólkið í Alaska fjallið. Men sum so ofta verða onnur nøvn sett á, og í hesum føri gav [[William McKinley]], sum var forseti í USA úr 1897 til hann bleiv myrdur í 1901, hesum fjallinum navn. Men tá náttúruparkin, rundan um fjallið, seinni varð víðkað, fekk hon navnið ''Denali National Park''. Fjallafarar nú á døgum nevna tó fjallið við sínum upprunaliga navni, og tað er alsamt meiri vanligt millum manna. Staturin Alaska langt síðani alment hevur broytt navnið til Denali, men fær ikki sambandstjóðina í [[Washington DC]] at gera tað sama, tí at [[Ohio]] leggur veto. Tað gera teir helst, tí at William McKinley var ættaður haðani.
 
== Hygg eisini at ==