Munurin millum rættingarnar hjá "Denali"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "thumb|right|300px|Tað mesta av [[Alaska er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Denali, 6187 m. Har er ódnar..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 12. apr 2015 kl. 05:10

Denali, ella Mount McKinley, sum tað eisini nevnist, er hægsta fjallið í Norðuramerika. 6168 metrar høgt og er í amerikanska statinum Alaska. Mount McKinley liggur júst norðanfyri pólsirkulin í Denali National Park, í amerikanska statinum Alaska. Kuldin er øgiligur, og Denali verður sagt at vera heimsins kaldasta fjall. Denali liggur júst norðanfyri pólarmarkið á 63 breiddarstigum. Hetta ger at kuldin er øgiligur. Stormarnir eru sterkir og eingin alpinistur kann vænta sær gott veður allan vegin upp á toppin. Kuldin er ekstremur, ikki óvanligt niður í -75 kuldastig. Klintrararnir flúgva við einum lítlum propel-flogfari úr nærmasta býnum Anchorage og lenda umleið 45 min. seinni á jøklinum við fótin á Mt. McKinley í Denali National Park.

Tað mesta av Alaska er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Denali, 6187 m. Har er ódnarveður og nógvur kuldi, heilt niður í -40 kuldastig, sjálvt á hásumri.

Denali er eldra navnið og soleiðis nevndi upprunafólkið í Alaska fjallið. Men sum so ofta verða onnur nøvn sett á, og í hesum føri gav William McKinley, sum var forseti í USA úr 1897 – til hann bleiv myrdur í 1901, hesum fjallinum navn. Men tá náttúruparkin, rundan um fjallið, seinni varð víðkað, fekk hon navnið Denali National Park. Fjallafarar nú á døgum nevna tó fjallið við sínum upprunaliga navni, og tað er alsamt meiri vanligt millum manna. Staturin Alaska langt síðani alment hevur broytt navnið til Denali, men fær ikki sambandstjóðina í Washington DC at gera tað sama, tí at Ohio leggur veto. Tað gera teir helst, tí at William McKinley var ættaður haðani.

Hygg eisini at