Munurin millum rættingarnar hjá "Kenja"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
HugoGardar (kjak | íkøst)
Linja 38:
 
=== Yvirgangur ===
[[Mynd:Crowd_fleeing_sounds_of_gunfire_near_Westgate.jpg|thumb|right|220px|Westgate-keypsskálin í Nairobi er sera vælumtóktur millum útlendingar í Nairobi. Leygardagin 21. september 2013 lupu yvirgangsfólk, sum stuðla somaliska al-Shabaab mótmælisrørsluni, á keypsskálan og fóru at skjóta. 67 fólk vórðu dripin.<ref>http://news.yahoo.com/nypd-report-kenya-attack-isn-39-t-us-151711825.html</ref>]]
 
2. apríl 2015 tóku fimm limir í muslimska yvirgangsfelagsskapinum [[al-Shabab]] seg inn í ein skúla í Kenja, har tey fleiri fólk til gísla. Álopið á lærda háskúlan í [[Garissa]], nærhendis markið til [[Somalia]], kostaði 147 mannalív og 79 vórðu særd. Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband við [[Al-Qaeda]], hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni. Sambært yvirgangsfelagsskapinum, ið hevur tosað við [[BBC]], so leyslata tey [[muslimar]], men drepa tey [[Kristin|kristnu]] í skúlanum. Ein næmingur í skúlanum fortelur fyri BBC hvat hendi, tá [[Yvirgangur|yvirgangsmenninir]] tóku seg inn í skúlan, og byrjaðu at spyrja fólk, um tey vóru kristin ella muslimar: "Um tú vart kristin, so varð tú skotin á staðnum. Hvørja ferð eg hoyrdi eitt skot, væntaði eg, at eg fór at doyggja", segði Wetangula við BBC.<ref>http://www.bbc.com/news/world-africa-32157342</ref> Wetangula varð bjargaður, tá trygdarfólk komu inn gjøgnum eitt vindeyga og hjálptu honum og øðrum næmingum til rýmingar. Fólk, sum sluppu við lívinum hava greitt frá, hvussu vápnaðu menninir háðaðu offrini, áðrenn tey vórðu dripin. Eitt nú vóru lesandi noydd at ringja heim til foreldrini fyri at biðja tey um at kenjanskir hermenn fóru úr Somalia. Síðan vórðu tey skotin. Fleiri yvirlivdu við at lata sum um tey vóru deyð, meðan vápnaðu menninir gingu runt á skúlanum og leitaðu eftir fólki at drepa. Hersetingin av skúlanum vardi allan dagin og endaði við at teir fýra gerningsmenninir drupu seg sjálvar við at útloysa sjálvmorðsbumbuvestarnar, teir vóru í. Tað var eisini al-Shabaab, sum í september í 2013 leyp á Westgate-innkeypsskálan í kenjanska høvuðsstaðnum [[Nairobi]] og drap 67 fólk.<ref>http://news.sky.com/story/1447917/nairobi-mall-attack-mastermind-killed-by-drone</ref>