Munurin millum rættingarnar hjá "Kenja"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
Linja 35:
Um [[1905]] høvdu [[Stóra Bretland|bretar]] lagt alt Kenja undir seg. Hvít niðursetufólk úr [[Stóra Bretland]]i og [[Suðuramerika]] fingu nógv dyrki- og graslendi í fruktagóða hálendinum, har [[Masaifólkið|Masai]]-, [[Nandifólkið|Nandi]]- og [[Kikuyufólkið]] helt til. Niðursetufólkið fekk skjótt stóra ávirkan á [[Stóra Bretland|bretsku]] [[hjáland]]afyrisitingina. Um somu tíð búsettu mangir [[India|indarar]] seg í Kenja og fóru at fáast við handilsvinnu. Teir vórðu misnøgdir við, at tey hvítu sluppu at leggja ta bestu jørðina undir seg og fingu so stóra politiskan ávirkan. [[Stóra Bretland|Bretska]] stjórnin varð hvørki sinnað at lata niðursetufólkið ella [[India|indarar]] fáa ov stórt vald, og í [[1923]] kunngjørdi [[hjáland]]aráðharrin, at krøv og áhugamál upprunafólksins áttu at verða tikin fram um alt annað. Men stjórnin gjørdi einki við ætlanina um at seta tiltøk í verk, sum kundu bøta um viðurskiftini og skapa framburð hjá [[afrika]]narum, og hvíta niðursetufólkið setti seg harðliga upp ímóti øllum broytingum í jarðarbýtinum.
 
Fyrst í hesari øldini mistu neytahaldarar av [[Masaifólkið|Masaifólkinum]], ið er flakkfólk, stórar víddir, tí at hvíta niðursetufólkið legði lendið undir seg til landbúnað. Mangir [[Masaifólkið|masaiar]] lótu seg ikki ávirka av mentan teirra hvítu og liva enn, sum forfedrarnir gjørdu.
 
=== Yvirgangur ===
 
2. apríl 2015 tóku fimm limir í muslimska yvirgangsfelagsskapinum [[al-Shabab]] seg inn í ein skúla í Kenja, har tey fleiri fólk til gísla. Álopið á lærda háskúlan í [[Garissa]], nærhendis markið til [[Somalia]], kostaði 147 mannalív og 79 vórðu særd. Somaliska mótmælisrørslan, al-Shabaab, ið hevur samband við [[Al-Qaeda]], hevur tikið ábyrgd fyri gíslatøkuni. Sambært yvirgangsfelagsskapinum, ið hevur tosað við [[BBC]], so leyslata tey [[muslimar]], men drepa tey [[Kristin|kristnu]] í skúlanum. Ein næmingur í skúlanum fortelur fyri BBC hvat hendi, tá [[Yvirgangur|yvirgangsmenninir]] tóku seg inn í skúlan, og byrjaðu at spyrja fólk, um tey vóru kristin ella muslimar: "Um tú vart kristin, so varð tú skotin á staðnum. Hvørja ferð eg hoyrdi eitt skot, væntaði eg, at eg fór at doyggja", segði Wetangula við BBC.<ref>http://www.bbc.com/news/world-africa-32157342</ref> Wetangula varð bjargaður, tá trygdarfólk komu inn gjøgnum eitt vindeyga og hjálptu honum og øðrum næmingum til rýmingar. Fólk, sum sluppu við lívinum hava greitt frá, hvussu vápnaðu menninir háðaðu offrini, áðrenn tey vórðu dripin. Eitt nú vóru lesandi noydd at ringja heim til foreldrini fyri at biðja tey um at kenjanskir hermenn fóru úr Somalia. Síðan vórðu tey skotin. Fleiri yvirlivdu við at lata sum um tey vóru deyð, meðan vápnaðu menninir gingu runt á skúlanum og leitaðu eftir fólki at drepa. Hersetingin av skúlanum vardi allan dagin og endaði við at teir fýra gerningsmenninir drupu seg sjálvar við at útloysa sjálvmorðsbumbuvestarnar, teir vóru í. Tað var eisini al-Shabaab, sum í september í 2013 leyp á Westgate-innkeypsskálan í kenjanska høvuðsstaðnum [[Nairobi]] og drap 67 fólk.<ref>http://news.sky.com/story/1447917/nairobi-mall-attack-mastermind-killed-by-drone</ref>
 
Máld í mannalívum er blóðbaðið á universitetinum í Garissa tað ógvusligasta, sum hevur verið í Kenja síðan 1998, tá [[Al-Qaeda]] bumbaði amerikansku sendistovuna. Tá lótu 213 fólk lív orsaka av eini sterkari bumbu, sum var fjald í einum lastbili.<ref>http://www.nbcnews.com/news/world/al-shabab-vows-more-attacks-turning-kenya-red-blood-report-n335601</ref>
 
== Fólkið ==