Munurin millum rættingarnar hjá "Pál Joensen"

Content deleted Content added
kláraði A-kravtíðir til OL 2016 sum tann fyrsti í heiminum í 1500 m frí
Linja 4:
'''Pál Joensen''' ([[10. desember]] [[1990]], [[Vágur]]) er [[Føroyar|føroyskur]] [[Svimjing í Føroyum|svimjari]], úr [[Vágur|Vági]], sum svimur fyri [[Føroyska svimjilandsliðið|Føroyar]]. Hann er annar føroyingurin ið hevur luttikið á [[Olympiskir Leikir|Olympisku Leikunum]], hann luttók á [[Summar-OL 2012]] í [[London]]. Hann er fyrsti føroyingur, sum hevur kappast innan svimjing til OL og annar føroyingur ið hevur luttikið á OL yvirhøvur. Tann fyrsta var rógvarin [[Katrin Olsen]]. Pál Joensen flutti til Danmarkar at búgva eftir OL í august 2012. Hann venur nú saman við donskum landsliðssvimjarum í National Training Centre. Til lokalar kappingar svimur hann fyri Aalborg Svømmeklub. Áðrenn hann flutti, vandi hann við [[Susvim]] í [[Vágs Svimjihøll]], har hylurin bert er 25 metrar langur. [[Jón Bjarnason]] var venjari hjá Páli, meðan hann búði í Vági. Teir báðir vóru nakrar ferðir árliga uttanlanda á venjingarlegu í samband við kappingar, sum Pál skuldi til, hetta fyri at Pál kundi venja í 50-metra hyli. Pál Joensen er sonur Turið Kjærbo og [[Kaj Joensen]]. Beiggi Pál, [[Eyðbjørn Joensen]], er eisini svimjari, hann er nøkur ár yngri enn Pál, føddur í 1996, hann hevur klárað seg sera væl í Føroyum og í [[Danmark]]. Pál eigur stóran part av [[Føroysk met í svimjing|føroysku svimjimetunum]]. Pál eigur eisini tvey [[Norðurlendsk met í svimjing|norðurlendsk met í sviming]]. Metið í 1500 m frí hevur hann betra fleiri ferðir, seinast tá hann gjørdist nummar fýra í finaluni til [[HM í svimjing 2011]] í [[Beijing]], hann svam tá við tíðini 14:46.33 (langgeil), ein betran av gamla metinum við heili 10 sekundum. Metið í 800 m frí á langbana setti hann fyri fyrstu ferð, tá hann svam innleiðandi til [[HM í svimjing 2011]] við tíðini 7:45.55. (Hesir upplýsingar kunnu altíð broytast, sí viðkomandi heimasíður, t.d. ensku [http://en.wikipedia.org/wiki/List_of_Nordic_records_in_swimming Wikipedia síðuna "List of Nordic records in swimming"]. Bestu úrslitini hjá Páli higartil til EM og HM er eitt silvur heiðursmerki frá EM 2010 á langgeil, eitt silvurheiðursmerki frá [[2013 EM í svimjing á stuttgeil (25 m)|EM 2013 á stuttgeil]] og eitt silvurheiðursmerki frá HM 2012 á stuttgeil, sum hann vann 16. desember 2012 í [[Istanbul]]. Upprunaliga vann hann bronsu í HM 2012 á stuttgeil í 1500 m frí, men eftir at gullvinnarin, [[Mads Glæsner]], misti sítt gull heiðursmerki í juni 2013, tí hansara dopingroyndir vístu seg at vera positivar fyri eitt ávíst evni, ið ikki er loyvt, so bleiv Pál'sa bronsa broytt til silvur. Men, í februar 2014 hendi tað, at Glæsner fekk sítt gull heiðursmerki aftur, eftir at hava kært avgerðina um at hann skuldi missa gull heiðusmerki og fekk viðhald. Hetta førir við sær at heiðrsmerkið hjá Pál í hesi kapping nú aftur er bronsa.
Í 2011 gjørdist Pál nummar 4 og 5 til HM á langgeil, nummar 4 á 1500 m frí og nummar 5 í 4 m frí.
Í desember 2014 gjørdist Pál nummar 4 til HM á stuttgeil við tíðini 14:26.54 ið var nýtt norðurlendskt met og ein betran av hansara persónliga bestu tíð við nærum seks sekundum. Pál var tann fyrsti svimjarin í heiminum, ið kláraði A-kravtíðina til 1500 metrar frí hjá monnum til [[OL 2016]] og ein av tveimum monnum, ið kláraði kravtíðina til 400 metrar frí til OL í Rio, tað sæst á einum yvirliti, ið FINA kunngjørdi fyri tíðarskeiðið 1. til 29. mars 2015.<ref>[http://www.fina.org/H2O/docs/events/rio2016/2016_rio_qualifier_list.pdf FINA.org - 2016 Rio Qualifiers list (as of 3/29/2015)]</ref>
 
== Lívsleiðin í altjóða svimjing ==