Munurin millum rættingarnar hjá "Vermont"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
sNo edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 31:
|}
 
'''Staturin Vermont''' ([[enskt]]: ''State of Vermont'') er ein statur í [[Sameindu Statirnir Í Amerika|Sameindu Statunum]] við umleið 626 000 íbúgvar. [[Montpelier]] er [[høvuðsstaður]]in og størsti býurin er [[Burlington]]. Vermont er ein av minstu statunum í USA. Í norðri hevur Vermont mark við [[Kanada]] ([[Quebec]]), í eystri við [[New Hampshire]], í suðri við [[Massachusetts]], og í vestri við [[New York]]. Í [[1791]] bleiv hann lutstatur í [[USA]]. Eyknevni hansara er Grønfjallstaturin ([[Enskt (mál)|enskt]]: ''The Green Mountain State''). Tað mesta av statinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skógvaksin. Umhvørvið er sera grønt. Vermont er mest sum bara skógarlendi (78,2 % í 2015<ref>http://www.fs.fed.us/ne/newtown_square/publications/brochures/pdfs/state_forests/vt_forest.pdf</ref>) við nøkrum fruktagóðum dølum upp ímillum. Bygdirnar í Vermont eru ofta heldur smáar. Tey dyrka bæði hunangur, [[mais]] og [[Landbúnaður|landbúnaðarvara]]. Neytum hava teir nógv av; nógv av mjólkini verður gjørt til ost. Men gitnast er Vermont fyri siroppur.<ref> http://www.agclassroom.org/kids/stats/vermont.pdf</ref> Upprunaliga var tað kallað “Vermont siroppur”. Høvuðsstaðurin í VermontiVermont er [[Montpelier]]. Hann er kendur sum ein av vakrastu býunum í [[New England]], og fólk í hundratúsundatali søkir hagar á hvørjum ári.
 
Her er heitt-temprað veðurlag og leyvskógir við ymsum leyvtrøum. Eins og í øðrum vakstrarbeltum – serliga í [[Europa]] – hava menniskju havt ávirkan á nógv. Fyrr høgdu fólk leyvskóg fyri at fáa við og byggitilfar til hús og bátar. Eisini sumrini eru lýggj og long til, at har kunnu vaksa bæði leyv- og nálatrø. Men leyvtrøini standa ikki grøn alt árið, tí [[Vetur|vetrarnir]] eru ikki nóg mildir, bløðini falla av um [[heyst]]ið og koma aftur um [[vár]]ið. Hesi trø kalla vit tí leyvfallandi [[trø]]. Í [[New England]] er árligi hitamunurin so stórur, at fýra árstíðir eru: heyst, vár, [[summar]] og vetur. Harumframt regnar allar tíðir á árinum.