Munurin millum rættingarnar hjá "Jógvan Joensen"

Content deleted Content added
No edit summary
útgávur
Linja 4:
=== X-Factor Danmark 2015 ===
Jógvan varð millum tey 9, ið vórðu vald út til at luttaka í beinleiðis sýningunum í donsku X-Factor sangkappingini hjá [[DR]]. Hann var ein av trimum luttakarum í bólkinum fyri fólk yvir 23 ár og fekk [[Line Rafn]] sum ráðgeva, hann var tá 25 ára gamal. Í fyrsta beinleiðis sýningini sang hann "Forget Her" eftir Jeff Buckley.<ref>[http://kvf.fo/greinar/2015/02/11/jogvan-skal-syngja-forget-her kvf.fo - Jógvan skal syngja "Forget Her"]</ref> Hesa ferð komu atkvøðurnar ikki bert frá sms-boðum, men eisini frá X Factor-appini. Tá ið atkvøðurnar vóru taldar, vísti tað seg, at Jógvan og Ninni, ið bæði høvdu Line Rafn sum ráðgeva, komu í sonevnda vandaøkið (farezonen). Dómararnir í X Factor hava ta mannagongd, at tá ið tvey hjá sama dómara koma í vandaøkið og skulu syngja enn einaferð, so verður tað tann dómarin, ið hevur tey, ið skal avgera, hvør teirra sleppur at halda fram og hvør ið skal heim. Line avgjørdi, at Ninni skuldi sendast heim, og at Jógvan skuldi víðari. Til næsta beinleiðis sýningina sang hann sangin "Stay With Me" eftir Sam Smith,<ref>[http://aktuelt.fo/jogvan+er+klarur.html aktuelt.fo - X Factor: Jógvan er klárur]</ref> og hesa ferð fór hann víðari beinanvegin.
 
== Tónleikaútgávur ==
=== Á fløguni Óskrivað Bløð: Faroese Unknown Talents ===
*2014 - Sangurin ''Hope and Laughter''<ref>[https://itunes.apple.com/us/album/oskriva-bl-faroese-unknown/id850009755 itunes.apple.com]</ref><ref>[http://www.fuglafjordur.com/2013/04/21/ungur-tonleikari-kunngerd-nytt-lag/ Fuglafjordur.com - Ungur tónleikari kunngerð nýtt lag.] Skrivað 21. apríl 2013. Heintað 28. mars 2015.</ref>
 
== Keldur ==