Munurin millum rættingarnar hjá "Jógvan Joensen"

Content deleted Content added
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Jógvan Joensen''' úr [[Fuglafjørður|Fuglafirði]] er ein [[Føroyar|føroyskur]] sangari og tónleikari. Í 2015 luttekurluttók hann í donsku sjónvarpssangkappingini [[X Factor (Danmark)|X Factor]] og endaði sum nummar tvey av øllum. Hann

== Lívsleið innan tónleik ==
=== X-Factor Danmark 2015 ===
Jógvan varð millum tey 9, ið vórðu vald út til at luttaka í beinleiðis sýningunum í donsku X-Factor sangkappingini hjá [[DR]]. Hann var ein av trimum luttakarum í bólkinum fyri fólk yvir 23 ár og fekk [[Line Rafn]] sum ráðgeva, hann var tá 25 ára gamal. Í fyrsta beinleiðis sýningini sang hann "Forget Her" eftir Jeff Buckley.<ref>[http://kvf.fo/greinar/2015/02/11/jogvan-skal-syngja-forget-her kvf.fo - Jógvan skal syngja "Forget Her"]</ref> Hesa ferð komu atkvøðurnar ikki bert frá sms-boðum, men eisini frá X Factor-appini. Tá ið atkvøðurnar vóru taldar, vísti tað seg, at Jógvan og Ninni, ið bæði høvdu Line Rafn sum ráðgeva, komu í sonevnda vandaøkið (farezonen). Dómararnir í X Factor hava ta mannagongd, at tá ið tvey hjá sama dómara koma í vandaøkið og skulu syngja enn einaferð, so verður tað tann dómarin, ið hevur tey, ið skal avgera, hvør teirra sleppur at halda fram og hvør ið skal heim. Line avgjørdi, at Ninni skuldi sendast heim, og at Jógvan skuldi víðari. Til næsta beinleiðis sýningina sang hann sangin "Stay With Me" eftir Sam Smith,<ref>[http://aktuelt.fo/jogvan+er+klarur.html aktuelt.fo - X Factor: Jógvan er klárur]</ref> og hesa ferð fór hann víðari beinanvegin.
 
== Keldur ==