Munurin millum rættingarnar hjá "Algoritma"

Content deleted Content added
s EileenSanda moved page Algoritmur to Algoritma: Flyti síðuna til eintalsformin, eftir áheitan frá høvunda
Fielnyrb (kjak | íkøst)
Lænt brot frá donsku og týsku wikipedia.
Linja 1:
Í [[støddfrøði]] og í [[teldufrøði]] er ein '''algoritma''' ein sjálvstøðug mongd av atgerðum (operatiónum), ið skulu avrikast stig fyri stig.
 
Ein algoritma er ein uppskrift til at loysa ein trupulleika á ein ávísan hátt, og sum útvegar eina loysn uttan mun til hvussu støðan hjá tí ávísa trupulleikanum sær út. Eitt dømi kundi verið ein neyv frágreiðing av, hvussu eitt kortspæl verður sorterað, uttan mun til hvussu kortini upprunaliga liggja.
= Uppruni av orðinum =
 
= Søgan hjá algoritmuni =
 
=== Gamla Grikkaland ===
Sjálvt um orðið hevur sín uppruna úr arabiskum, komu tær fyrstu algoritmurnar frá gamla Grikkalandi. Millum týdningarmestu dømini finnast m.a. sílan hjá Eratosthenes til at finna primtøl, ið varð umrødd í bókini Innførsla til talfrøði eftir Nikomachos<ref>Roger L. Cooke: The History of Mathematics: A Brief Course 2005.</ref> og euklidiska algoritman til at finna størsta felags býtistal hjá tveimum náttúruligum tølum úr Elementunum hjá Euklid.<ref>http://aleph0.clarku.edu/~djoyce/elements/bookVII/propVII2.html</ref> Ein tann elsta algoritman, sum viðger reell tøl er Archimedesar algoritma til at nærkast π.<ref>http://itech.fgcu.edu/faculty/clindsey/mhf4404/archimedes/archimedes.html</ref>
 
=== UppruniUpprunin av orðinum ===
Algoritma kemur frá [[Latínskt mál|latínsku]] týðingini av eini bók, ið varð skrivað av al-Khwārizmī, ið var ein [[Persararíkið|persiskur]] støddfrøðingur, stjørnufrøðingur og landafrøðingur. [[Al-Khwārizmī]] skrivaði eina bók við heitinum ''Um útrokningar av Hindiskum tølum'' uml. [[825]] e.Kr.f. , og var høvuðsorsøk fyri útbreiðsluna av tí indisku talskipanini ígjøgnum [[Miðeystur]] og [[Evropa]]. Hon var týdd til latín soljóðandi: ''Algoritmi de numero Indorum'' (á føroyskum: “Al-Khwarizmi um Hindisk tøl”). Heitið “algoritmi” í yvirskriftini av bókini gjørdist til heitið algoritma.<ref>http://www-history.mcs.st-and.ac.uk/HistTopics/Arabic_numerals.html</ref>