Munurin millum rættingarnar hjá "Tennessee"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
Linja 39:
== Búskapur ==
[[Mynd:Bristol_tenn_ridgelines2.jpg|thumb|left|220px|Høvuðsvinnuvegurin í Tennessee er [[landbúnaður]]. Myndin er tikin við [[Bristol]].]]
Í Tennessee eru bæði nógv og góð [[Landbúnaður|landbúnaðarjørð]]. Týdningarmesti útflutningurin er búnaðarvørur: [[bummull]], [[tubbak]], [[hveiti]], [[mais]], [[korn]] og [[kjøt]]. Onnur týðandi grøði er [[soyabønir]] og [[jarðnøtir]]. Bøndurnir dyrka eisini [[frukt]] og hava eisini [[skógarvinna|skógarvinnu]]. Í øllum statinum eru ovurstórir garðar. Summar fyritøkur í landbúnaðinum í Tennessee eru sera stórar. Nógvastaðni eru stórar gróðrarlundir. Gróðrarlundirnar hava framvegis stóran týdning fyri búskapin. Nógv jarðarbrúk eru ómetaliga stór. Ein garður kann vera tríggjar ferðir so stórur sum allar [[Føroyar]]. Har hava tey ógvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa [[kjøt]]. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur flutt­ar út til nógv lond kring allan heim. Hesi støðini hava so statt ógvu­liga stóran týdning fyri at útvega heiminum [[Matur|mat]]. Landbúnaðarjørð og [[Skógur|skógir]] eru næstan 90 % av økinum í Tennessee. 
Í Tennessee eru fleiri enn 91.000 garðar.

<ref>https://www.tn.gov/agriculture/publications/farmfacts.pdf</ref> Landbúnaðarframleiðslan í 2014 liggur um góðar $2,2 mrd. um árið.<ref>https://www.tn.gov/agriculture/publications/farmfacts.pdf</ref>
 
Næstan allastaðni í Tennessee gerast garðarnir størri og størri. Tað ber illa til hjá bóndagørðum, sum ein familja rekur, at klára seg fíggjarliga, og tí verða fleiri garðar lagdir saman í størri jarðarbrúk. Alsamt færri bøndur framleiða alsamt meira [[Matur|mat]]. Tað ber til, millum annað tí at betri tøkni til [[Landbúnaður|landbúnað]] verður ment, og tí at nógv verður gjørt við at kynbøta [[plantur]] og [[húsdýr]]. Nógv jarðarbrúk hava eisini lagt seg eftir einari ávísari grøði ella kanska tveimum. Harumframt nýta tey flestu nógv handilstøð og eitur móti loki og skaðadýrum. Alt hetta ger, at meira fæst burturúr.