Munurin millum rættingarnar hjá "West Virginia"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
bólkur
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 22:
| [[Vídd]]: || 62,755 km²
|-----
| Íbúgvar ([[20102014]]): || 1 852 994,850,326
|-----
| fyri km²: || 29/km²
Linja 31:
|}
 
'''West Virginia''' ella '''Vesturvirginia''' ([[Enskt mál|enskt]]: ''State of West Virginia'') er lutstaturein statur í [[USA|Sambandsríki Amerika]] við umleið 1,8 mió. íbúgvar. [[Charleston]] er [[høvuðsstaður]]in og størsti býurin. Har búgva umleið 1,8 mió. fólk, sum eru millum tey fátækastu í USA. Av hesum búgva eini 225 túsund í Charleston. Í [[1863]] bleiv West Virginia lutstatur í [[USA]]. Í norðri hevur hann mark við [[Pennsylvania]], í eystri við [[Maryland]] og [[Virginia]], í suðri við [[Virginia]], og í vestri við [[Kentucky]] og [[Ohio]]. West Virginia liggur í [[Appalachiafjøll|Appalachiufjøllunum]]. Eyknevni hansara er Fjallstaturin ([[Enskt mál|enskt]]: ''Mountain State''). Appalachiufjøll fara ígjøgnum West Virginia, Virginia og [[North Carolina]].
 
Í mong ár var nógv [[kol]] høgt her og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalachufjøll eitt hitt fátækasta í USA. Í West Virginia er tó nógv og fjølbroytt náttúrutilfeingi, millum annað kol og [[skógur]]. West Virginia eru eitt skurvut fjallaland við høgum tindum, brøttum bergum og grønum líðum. Tann hægsti tindurin, Spruce Knob, er næstan 1500 metrar høgur. West Virginia liggur miðskeiðis í Appalachia, og vanliga liggur kavi har longu frá miðskeiðis í november til byrjanina av mai.
 
== Mentan ==
[[Mynd:Bluegrass_group_jamming.jpg|thumb|left|220px|[[Bluegrass]]-tónleikur er sprottin úr fólkasangi í West Virginia.]]
[[Mynd:Oldnewriverbridge.jpg|thumb|right|270px|West Virginia er fjallaland, hægsta fjallið er 1500 metrar høgt.]]
Bluegrass-tónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum fátæka fólkið í West Virginia. Hetta tónleikaslagið er partur av einari gamlari siðvenju í eystara parti av Norður-Amerika kallað Appalachia.<ref>Robert Cantwell, ''Bluegrass Breakdown: The Making of the Old Southern Sound'' (University of Illinois Press, 2002), s. 65-66.</ref> Tað er ávirkað av enskum sangi, írskum og skotskum violinspæli, hymnum og blues frá [[afrikansku amerikanarunum]], sum vóru kendir sum framúr banjospælarar.<ref>Olive Dame Campbell & Cecil J. Sharp, ''English Folk Songs from the Southern Appalachians, Comprising 122 Songs and Ballads, and 323 Tunes'', G. P. Putnam's Sons, 1917, s. xviii.</ref> Økið í [[Appalachiafjøll|Appalachunum]] gjørdist eitt kolanámsøki í 20. øld<ref>http://themoonlitroad.com/coal-mining-appalachia/</ref>, og har var ógvusligt fátækradømi, hungur og hall, men eisini stríðsvilji. Økið var á sinni kent fyri tey mongu verkfallini og námsabeiðarafeløg, sum stríddust fyri rættindi hjá teimum mongu kolanámsfamiljunum í Appalachunum. Eitt ótal av tónleikarum hevur sínar røtur og sín íblástur frá júst hesum tónleikaslagnum úr Appalachunum: [[Stanley Brothers]] góvu sangin “Man of Constant Sorrow” út í 1951, í 1960 spældi [[Joan Baez]] ein annan variant av sanginum inn, sum æt “Girl of Constant Sorrow”, [[Bob Dylan]] hevði sangin á sínari fyrstu plátu í 1962 og [[Rolling Stones]] hava partar av tekstinum við í “Let it Loose”, sum er á plátuni Excile On Main Street, sum kom út í 1972.
 
West Virginia er millum annað nevnd í sanginum "Take Me Home, Country Roads" hjá [[John Denver]] (1972).
 
== Dýralívið ==
 
West Virginia er gitið fyri sínar høgu, brøttu fjøllini og fjølbroytta [[dýr]]alívið, ið fær mong ferðafólk at koma hagar. Har eru til dømis [[úlvur]], [[bjørn]], [[revur]], [[hjørtur]] og [[kongaørn]]. Í skóginum eru eisini til dømis [[hara]] og [[elgur]]. Har byggja rovfuglar, til dømis [[heykur]], [[falkur]] og [[ugla]], og smáfuglar í stórum tali.

 Bjørnin er skógardýr og dámar væl í brattlendi. [[Bjørn]]in er størsta rovdýrið í West Virginia.<ref>http://www.wvstateparks.com/natfaqs.htm</ref> Í 2009 vóru 8000 bjarnir í West Virginia.<ref>http://www.wvstateparks.com/natfaqs.htm</ref> Bjørnin etur alt møguligt, men tó mest røtur, [[ber]] og aðrar [[plantur]]. Tað hendir tó, at hon bæði tekur
elg og reinsdýr. Bjørnin rennur sera skjótt, tá hon veiðir, og hon megnar at fylgja fonginum fleiri kilometrar. Um veturin liggur bjørnin í híð. Híðið kann t.d. vera eitt helli ella ein hola. Bjørnin er yvir 2 metrar long og vigar um leið 300 kg. Hon kann blíva 12-20 ára gomul. Bjørnin er ikki friðað í West Virginia.<ref>http://www.wvdnr.gov/Regulations/hunting_hrBeargr.shtm</ref>


 
Hjørturin er vanligur í stórum pørtum av West Virginia. Hann livir í flokkum. Hjørturin klárar seg best á opnum bøi, men livir eisini í [[Skógur|skógi]] og niðan móti fjøllunum. Honum dámar ikki so væl at koma nær menniskjum. Um dagin bindur hann frið, men um náttina fer hann at finna sær okkurt etandi. Hjørturin etur plantur. Um summarið etur hann lyng, gras, leyv og røtur, og um veturin etur hann m.a. lyng og skón. Hjørtur er 120-150 cm høgur og kann viga upp til 800 kilo. Hann kann gerast 25 ára gamal. Hjørtur verður veiddur um alt West Virginia í tíðarskeiðnum september-desember.<ref>http://www.wvdnr.gov/hunting/Regs1415/Season_dates.pdf</ref>
 
== Sí eisini ==
*[[USA|Sambandsríki Amerika]]
 
== Keldur ==
<references/>
 
{{USA}}