Munurin millum rættingarnar hjá "Tennessee"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 31:
|}
 
'''Tennessee''' ([[enskt (mál)|enskt]]; ''State of Tennessee'') er ein statur í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] við umleið 6,5 mió. íbúgvar. Hann bleiv lutstatur í [[USA]] í [[juni]] [[1796]]. [[Nashville]] er høvuðsstaðurin og størsti býurin er [[Memphis]]. Í norðri hevur Tennessee mark við [[Kentucky]] og [[Virginia]], í eystri við [[North Carolina]], í suðri við [[Georgia (USA)|Georgia]], [[Alabama]] og [[Mississippi]], og í vestri við [[Missouri]] og [[Arkansas]]. Eyknevni hansara er Sjálvboðinsstaturin ([[enskt (mál)|enskt]]: ''The Volunteer State'').

Har er landslagið eyðkent av stórum gørðum, sum hava stórar víddir til beitilendi. Summir av hesum gørðum, ið eisini verða nevndir ranches, hava tíggjutúsundtals neyt gangandi á beiti. [[Kjøt]]ið verður flutt út til allan heim. 
Um leið 48 prosent av landjørðini í Tennessee eru velt.<ref>https://www.tn.gov/agriculture/publications/farmfacts.pdf</ref>
 
[[Countrytónleikur]] tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Tennessee.
 
== Búskapur ==
[[Mynd:Bristol_tenn_ridgelines2.jpg|thumb|left|220px|Høvuðsvinnuvegurin í Tennessee er [[landbúnaður]]. Myndin er tikin við [[Bristol]].]]
Í Tennessee eru bæði nógv og góð [[Landbúnaður|landbúnaðarjørð]]. Týdningarmesti útflutningurin er búnaðarvørur: [[bummull]], [[tubbak]], [[hveiti]], [[mais]], [[korn]] og [[kjøt]]. Onnur týðandi grøði er [[soyabønir]] og [[jarðnøtir]]. Bøndurnir dyrka eisini [[frukt]] og hava eisini [[skógarvinna|skógarvinnu]]. Í øllum statinum eru ovurstórir garðar. Summar fyritøkur í landbúnaðinum í Tennessee eru sera stórar. Nógvastaðni eru stórar gróðrarlundir. Gróðrarlundirnar hava framvegis stóran týdning fyri búskapin. Nógv jarðarbrúk eru ómetaliga stór. Ein garður kann vera tríggjar ferðir so stórur sum allar [[Føroyar]]. Har hava tey ógvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa [[kjøt]]. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur flutt­ar út til nógv lond kring allan heim. Hesi støðini hava so statt ógvu­liga stóran týdning fyri at útvega heiminum [[Matur|mat]]. Landbúnaðarjørð og [[Skógur|skógir]] eru næstan 90 % av økinum í Tennessee. 
Í Tennessee eru fleiri enn 91.000 garðar.

<ref>https://www.tn.gov/agriculture/publications/farmfacts.pdf</ref> Landbúnaðarframleiðslan í 2014 liggur um góðar 2,2 mrd. um árið.<ref>https://www.tn.gov/agriculture/publications/farmfacts.pdf</ref>
 
Næstan allastaðni í Tennessee gerast garðarnir størri og størri. Tað ber illa til hjá bóndagørðum, sum ein familja rekur, at klára seg fíggjarliga, og tí verða fleiri garðar lagdir saman í størri jarðarbrúk. Alsamt færri bøndur framleiða alsamt meira [[Matur|mat]]. Tað ber til, millum annað tí at betri tøkni til [[Landbúnaður|landbúnað]] verður ment, og tí at nógv verður gjørt við at kynbøta [[plantur]] og [[húsdýr]]. Nógv jarðarbrúk hava eisini lagt seg eftir einari ávísari grøði ella kanska tveimum. Harumframt nýta tey flestu nógv handilstøð og eitur móti loki og skaðadýrum. Alt hetta ger, at meira fæst burturúr. 

Eitt

Eitt annað týdningarmikið náttúrutilfeingi í Tennessee er teir stóru [[Skógur|skógirnir]]. 

Skógarlendi fevna um umleið 52 % av landaøki í 2014.<ref>http://www.tn.gov/agriculture/forestry/</ref>
 
== Keldur ==