Munurin millum rættingarnar hjá "Franska Polynesia"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "{{Infoboks Land | uppruna_navn = Polynésie française | navn = Franska Polynesia | mynd_flagg = Flag_of_French_Polynesia.svg | mynd_skjald..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 19. mar 2015 kl. 20:39

Polynésie française
Flagg Franska Polynesia
(Flagg Franska Polynesia)
Skjaldarmerki Franska Polynesia
(Skjaldarmerki Franska Polynesia)
Tjóðarslagorð: "Liberté, Égalité, Fraternité"
Tjóðsangur: "La Marseillaise"
Alment mál Franskt
Høvuðsstaður Pape'ete
Forseti François Hollande
Varaforseti Édouard Fritch
Fullveldi Einki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
4,167 km²
12,0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
268,270
76/km²
Gjaldoyra CFP-frankur
Tíðarøki UTC -10, −9:30, -9
Økisnavn á alnetinum .pf
Telefonkota +689

Franska Polynesia er oyggjaflokkur, ið telur 121 oyggjar í Polynesia. Oyggjarnar eru grønar og vakurt vallaðar við bergtakandi strond. Pape'ete er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Tahiti, sum er tann størsta oyggin. Franska Polynesia hava umleið 291.000 íbúgvar í 2015. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Málið er franskt.

Kjarnorkuspreingingar

 
Mururoa-atollin varð nýtt sum royndarøki, har Frakland gjørdi royndarspreingingar við kjarnorkubumbum í árunum frá 1966 til 1996.

Ein stórur vandi fyri umhvørvið í Osiania eru kjarn­orku­roynd­ar­spreingingarnar hjá m.a. Fraklandi og USA á oyggjabólkunum Mururoa og Bikini í Kyrrahavinum. Tær hava gjørt, at tað er ikki longur búgvandi á nógvum av oyggjunum. Í 1960-árunum avgjørdi Frakland at nýta koralloynna Mururoa sum royndarstøð at spreingja kjarnorkubumbur á. Har hava verið meira enn hundrað royndarspreingingar við kjarnorkubumbum. Sagt varð, at hetta var ikki vandamikið. Men fólk í hópatali hava verið noydd at flyta heiman, og 170.000 fólk hava verið í so nógvum geislavirkni, at tað kann vera heilsuskaðiligt. Mururoa-atollin í Fronskum Polynesia varð nýtt sum royndarøki, har Frakland gjørdi royndarspreingingar við kjarnorkubumbum í árunum frá 1966 til 1996. Spreingingarnar elvdu til álvarsommótmæli kring allan heim.