Munurin millum rættingarnar hjá "Kirgistan"

Content deleted Content added
s Niceley moved page Kirgisistan to Kirgisia
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
{{Infoboks Land
[[Mynd:Bischkek.jpg|thumb|250px|Kirgisistan]]
| uppruna_navn = Кыргыз Республикасы
'''Kirgisistan''' er eitt land í [[Asia]]. Landið hevur umleið 5 776 500 íbúgvar (2014). [[Bisjkek]] er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kirgisistan.
| navn = Lýðveldið Kirgisia
| mynd_flagg = Flag_of_Kyrgyzstan.svg
| mynd_skjald = National_emblem_of_Kyrgyzstan.svg
| motto = -
| mynd_positión = Kyrgyzstan_(orthographic_projection).svg
| alment_mál = [[Kirgisikst mál|Kirgisikst]] og [[Russiskt mál|russiskt]]
| høvuðsstaður = [[Bishkek]]
| fullveldi = 25. desember 1991 (frá [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]])
| løgmaður_heitið = Forsætisráðharri
|løgmaður= [[Djoomart Otorbaev]]
| forseti_heitið = Forseti
| forseti = [[Almazbek Atambayev]]
| vídd = 199,951
| vatn = 3,6 %
| íbúgvar = 5,895,100
| íbúgvar_ár = 2015
| íbúgvar_km2 = 27,4
| gjaldoyra = Kirgisiskur som (KGS)
| tíðarzona = [[UTC]] +5 til +6
| tjóðsangur = ''Kyrgyz Respublikasynyn Mamlekettik Gimni''
| alnet_økisnavn = [[.kg]]
| telefon_landakota = 996
| spenningur =
| viðmerkingar =
|}}
 
'''Kirgisistan''' (Kirgisikst: Кыргызстан) er eitt land í [[Asia]]. Landið hevur umleið 5 776 500 íbúgvar (2014). [[Bisjkek]] er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kirgisistan. Kirgisia var fyrr ein partur av [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]], men gjørdist sjálvstøðug [[tjóð]] 25. desember 1991. Nú á døgum er Kirgisia eitt litið, ókent land. Har búgva um leið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum [[Danmark]], ið hevur á leið sama íbúgvatal.
 
Meira enn helvtin av Kirgisia er 2.500 m. oman sjóvar, og tí verður landið stundum eisini kallað "miðasiatiska [[Sveis]]". Snjótaktu [[Tien Shan]]-fjøllini mynda landslagið; men djúpu áardalarnir eru fruktagóðir og grønir. Flestu fólk eru bøndur. Húsdýrahald er meginvinna í [[Landbúnaður|landbúnaðinum]], tí har er so lítið dyrkilendi.
 
== Søga ==
[[File:Flag_of_Kyrgyz_SSR.svg|thumb|left|200px|Flaggið hjá Kirgisiska Sovjetlýðveldinum. Landið var partur av fyrrverandi [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] til desember 1991.]]
Til 1991 var Kirgisia partur av tí stóra og máttmikla [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]]. Tað var heimsins størsta land, og har búðu 280 milliónir fólk. Í Kirgisia, ella rættari sagt, í Kirgisiska Sovjetlýðveldinum, sum tað tá æt, høgdu tey [[uran]], sum varð nýtt í sovjetsku framleiðsluni av [[kjarnorkuvápn]]um Eisini gjørdu tey royndir við kavbátatøkni í einum stórum vatni, langt burturi frá Vesturlendskum njósnarum Har vóru nógvar verksmiðjur, sum ímillum annað framleiddu maskinur og klædnavørur.
 
Tey, sum áður vóru bøndur, hava verið fyri stórum broytingum. Meðan landið enn var partur av Sovjetsamveldinum, var jørðin savnað í stórar felagsgarðar, sum vóru felagsogn. Fólk starvaðust har sum arbeiðarar við ymiskum uppgávum, t.d. sum traktorførarar ella neytakonur. Nú á døgum er jørðin í Kirgisia einskild, og flestu teirra, sum áður vóru arbeiðarar á felagsgørðunum, hava fingið sína egnu jørð. Nógvum dámar hetta væl, hóast tað er trupult at fáast við [[Landbúnaður|landbúnað]]. Trot er á m.a. maskinum. Nú hava tey tó frælsi at ferðast hagar, tey vilja. Fólkið (kirgisar) kann eisini ráða í landi sínum.
 
== Búskapur ==
[[File:Ycyk-Ata_bassein.jpg|thumb|left|220px|Nógv vóna, at [[ferðavinna]]n skal gera Kirgisia ríkari.]]
Kirgisia verður talt millum tey 30-40 fátækastu londini í heiminum í 2015. Nú á døgum stavar tann størsta inntøkan hjá Kirgisia frá at selja [[Ravmagn|el]], sum verður framleitt við [[Vatnorka|vatnorku]]. Landið flytur eisini út [[gull]] og [[bummull]]. Mong steinsløg eru í Kirgisia. Gull og kyksilvur verða høgd til útflutnings, men [[kol]]ið, [[Olja|oljuna]] og [[gass]]ið nýta teir sjálvir. Góðir møguleikar eru at vinna [[Ravmagnsorka|ravmagnsorku]] burtur úr stríðu áunum, ið renna oman úr høgu fjøllunum, og nakrar vatnorkubyggingar eru gjørdar. Harumframt er lítið og einki av [[Ídnaður|ídnaði]]. Nógv av tí, sum er til sølu í handlunum, er úr [[Kina]]. Nógv vóna, at [[ferðavinna]]n skal gera Kirgisia ríkari. Landið er avbera vakurt við kavakløddum fjallatindum, sum eru meira enn 7.000 metrar høgir. Har er eitt ógvuliga stórt vatn við frálíkum baðistrondum. Har eru gøtur til gonguferðir, og har er farvegur av gamlari mentan, til dømis málningar á hellu og bergi og minni um ta gomlu handilsfarleiðina millum [[Evropa]] og Kina. Men summarið er stutt í Kirgisia, veturin øgiliga kaldur, og landið er meira enn túsund kilometrar frá [[Sjógvur|sjónum]].
 
== Fólkið ==
[[File:Sassamir_Valley_(3968060227).jpg|thumb|right|220px|Ein jurta - ein bústaður, summinnir um eitt tjald – á háslættanum við vatnið [[Song-Köl]].]]
Har búgva um leið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum [[Danmark]], ið hevur á leið sama íbúgvatal. Meiri enn helmingurin av fólkinum í Kirgisia er kirgisar, ættaðir úr [[Mongolia]]. Mong eru flakkfólk og gitin fyri at vera kring á rossabaki. Størsti útlendski minnilutin eru [[Russland|russar]], ið mest búgva í býunum, og sum til 1991 stýrdu øllum handli og ídnaði í landinum. Nú kirgisar eru vorðnir meiri tjóðskaparsinnaðir, eru mangir russar farnir heim aftur til [[Russland]]s. Meginparturin av fólkinum í Kirgisia livir nú á døgum av [[Landbúnaður|landbúnaði]] og húsdýrum. Nógv fólk, sum áður arbeiddu á fabrikkum ella skrivstovu, velta nú sjálv tann [[Matur|mat]], teimum tørvar, ella liva sum nomadar við húsdýrum sínum. Onnur eru flutt til Russlands ella [[Kasakstan]] at leita eftir arbeiði.
 
Í Kirgisia búgva í 2015 um leið 5,7 milliónir, harav umleið 80 % eru [[muslimar]] og 20 % [[kristin]] ([[Ortodoksa kirkjan]]).
 
{{stubbi}}
{{Asia}}