Munurin millum rættingarnar hjá "Vanuatu"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 27:
|}}
 
'''Vanuatu''' er eitt oyggjaland í [[Kyrrahavsoyggjarnar|Kyrrahavinum]]. [[Høvuðsstaður]]in eitur [[Port Vila]]. Vanuatu liggur í [[Melanesia]], einar 1750 km. eystur úr [[Avstralia]]. Vanuatu er vestan úr [[Fiji]] og norðan úr [[Nýkaledónia]]. Vanuatu gekk áður undir navninum '''Nýhebridurnar'''. Í Vanuatu eru 83 oyggjar. Matthew- og Hunter oyggjarnar eru undir vanuatiskum yvirræði, men Nýkaledónia krevur eisini rættin yvir Matthew og Hunter. Í 2014 var fólkatalið 266,937. Fólkið, sum býr í Vanuatu, eitur melanesar (uml. 95 % av fólkinum). Almennu málini eru trý í tali: [[Enskt mál|enskt]], [[Franskt mál|franskt]] og [[Bislama mál|bislama]]. Bislama er eitt kreolmál grundað á enskt. Bislama er móðurmál hjá um 6200 fólkum, harav um 5000 í Vanuatu og um 1200 í Nýkaledónia. Til ár 2005 hava tað bara verið óbygdar oyggjar sum fóru undir í [[Indiska Havið|Indiska Havinum]] og [[Kyrrahav]]inum, av tí at havið veksur. Men í 2006 er Lohachara í Bengal farið undir við alla, har 10.000 fólk einaferð búðu, og aðrar oyggjar sum Vanuatu, [[Maldivurnar]] og [[Marshalloyggjar|Marshalloyggjarnar]] standa skjótt fyri skotum. Øki har eini 70.000 fólk búgva í løtuni. Orsøkin verður hildin at vera vakstrarhúsárin. Av tí at nógvar [[Náttúruvanlukka|náttúruvanlukkar]] hava tikið stað tey seinastu árini í Vanuatu, hava umhvørvisvinarlig tiltøk verið sett í gongd. [[Jarðskjálvti|Jarðskjálvtar]] eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða.
 
== Náttúruvanlukkur ==
 
Av tí at nógvar [[Náttúruvanlukka|náttúruvanlukkar]] hava tikið stað tey seinastu árini í Vanuatu, hava umhvørvisvinarlig tiltøk verið sett í gongd. [[Jarðskjálvti|Jarðskjálvtar]] eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Í mars 2015 gjørdi [[Ódnir|ódnin]] Pam stóran skaða. Fríggjakvøldið 13. mars, lokala tíð, herjaði ódnin Pam oyggjalandið við aldoyðileggjandi hvirlum, sum vórðu máldar til 350 kilometrar um tíman.<ref>http://www.vg.no/nyheter/utenriks/supersyklon-raserte-stillehavsparadis-foeltes-som-om-verden-gikk-under/a/23414674/</ref> "Vit hava ment landið hesi seinastu árini, men henda melduródnin hevur oyðilagt infrakervið, sum vit hava bygt upp. Tað er lagt í oyði. Vit hava brúk fyri altjóða fígging fyri at byggja landið uppaftur", segði forsetin Baldwin Lonsdale. Fleiri av heimsins leiðarum hava lovað stuðul, og hernaðarflogfør úr [[Avstralia]], [[Ný Sæland]]i og [[Frakland]]i eru komin fram við [[Matur|mati]], tjøldum, [[Heilivágur|heilivági]], generatorum og [[Menningarhjálp|neyðhjálpararbeiðarum]]. Í høvuðsstaðnum, [[Port Vila]], eru 90 prosent av íbúðunum sambært neyðhjálpararbeiðarum, oyðilagdar. Sambært fólkunum kann tað taka fleiri samdøgur, áðrenn hjálp er komin fram til allar 80 oyggjarnar í landinum, har fólk býr. Serliga eru tey bangin fyri oynni [[Tanna]], sum liggur 200 kilometrar sunnan fyri Port Vila. Tað var her, at hvirlurnar vórðu harðast leygarnáttina 14. mars.<ref>http://politiken.dk/udland/ECE2587666/ingen-livstegn-fra-vanuatu-oeen-tannas-29000-beboere/</ref>
 
Forsetin í oyggjalandinum, Baldwin Lonsdale, hevur heitt á umheimin um hjálp aftaná at ódnin Pam gjørdi storan skaða um stórar partar av oyggjasamfelagnum.<ref>http://www.altaposten.no/lokalt/NTB/NTB_utenriks/article10749091.ece</ref> Ein óvanliga hørð ódn, sin sukallað ''supersyklon'', hevur fullkomiliga oyðilagt stórar partar av oyggjasamfelagnum. Í høvuðsstaðnum eru níggju av tíggju húsunum í knúsi, sambært [[Sameindu Tjóðir|ST]].<ref>http://www.bbc.com/news/world-asia-31895231</ref> Talið á deyðum er ikki kent, men 17. mars 2015 vóru minst 44 funnin deyð, men myndugleikarnir óttast at talið kemur at vaksa munandi.<ref>http://www.nrk.no/verden/syklon-raserte-stillehavsoyer-1.12259717</ref> Forsetin í Vanuatu sigur, at neyðugt er við [[menningarhjálp]] frá heimssamfelagnum til at endurbyggja, eftir at oyggjatjóðin varð rakt og oyðiløgd av ógvusligastu ódnunini, sum nakrantíð er skrásett. Hernaðarflogfør frá [[Australia]], [[USA]] og [[Ný Sæland]]i hava flogið vatn, heilsuútgerð, [[Heilivágur|heilivág]] og tjøld til Vanuatu.<ref>http://www.bbc.com/news/world-asia-31892872</ref> Í dag verður vanliga flúgvingin tikin upp aftur, og harvið kann hjálp koma til, og [[Ferðavinna|ferðafólk]] flúgvast burtur.
 
== Búskapur ==