Munurin millum rættingarnar hjá "Avstralia"

Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 82:
[[Mynd:Australia_satellite_plane.jpg|thumb|right|250px|Ein fotomynd av Sambandsríkinum Avstralia tikin úr einum fylgisveini.]]
[[Mynd:Whitehaven_Beach,_Whitsunday_Island,_Queensland.jpg|thumb|right|250px|Whitsunday Island, Queensland. Hvørt ár flokkast ferðafólk í milliónatali í Gold Coast, til strendurnar og tann góða veitsludámin har.]]
Avstralia, sum er ímillum [[Indiahav]] og [[Kyrrahav]], er størsta oyggj í heiminum, men minsti heimspartur. Landið er stórt, næstan líka stórt sum [[Brasil]]. Har er lítið avfall, og tveir triðingar av landinum eru oyðimørk. Inni í Avstralia er turt og heitt. Har tað er eitt sindur av gróðri, ella har tað ber til at veita vatn á lendið, halda bøndur neyt ella seyð. Tá ið tað regnar, er tað av grímd, og plantur sum til dømis oyðimarkarblóman vaksa upp av fræi, sum kann hava ligið í dvala. Stórir landspartar í Avstralia eru víðir slættar, har hvørki eru fjøll, skógir ella áir. Meginparturin av fólkinum býr í stórum býum við strondina. Av tí at so langt er ímillum bygdirnar, kunnu mong børn ikki ganga í vanligan skúla; tey fáa ístaðin undirvísing um fjarskiftissamband. Teinurin [[Darwin, Avstralia|Darwin]] til [[Sydney]] um [[Adelaide]] er 4822 km. Hóast koyrt verður við bili og ikki steðgað á, hevði ferðin vart hálvt triðja samdøgur.
 
Turrasti heimspartur, har fólk býr, er Avstralia – og eisini flatasti og har jørðin gevur minst av sær. Meiri enn helmingurin av Avstralia eru turrur fløtur ella oyðimerkur. Fýra tær størstu oyðimerkurnar í Avstralia eru Simpson, Gibson, Great
Sandy og Viktoria. Nógva staðni fýkur sandurin og legst í ómetaliga stórar heyggjar. Lítið fólk býr inni í landinum. Har eru ógvuliga fáir býir, og har býr lítið fólk. [[Alice Springs]], miðskeiðis inni í landinum, var í fyrstuni bara fjarritarastøð á fjarskiftislinjuni ímillum [[Darwin, Avstralia|Darwin]] og Adelaide. Sjáldan regnar, og tað mesta er oyðimørk <ref>http://www.environment.gov.au/parks/national-landscapes/index.html</ref>. Bara í landssynningshorninum er liviligt í veðrinum, og flest fólk búgva har, har tað eisini er subtropiskt. Í norðurparturin av landinum er tropiskt veður, og har veksur skógur, regnskógur, landslag við slættum, mangrovublotar og oyðimørk. Tropiski regnskógurin veksur sum ein rond fram við norður- og landnyrðingsstrondini. Veðurlagið ávirkast sera nógv av havstreymum, og serliga fyribrigdinum El Niño, sum ger so tað stundum er turkur, og av tropiskum lágtrýstsstreymum, sum gera syklonir har norðuri í landinum.
 
Heimsins størsta korallriv, [[Korallrivið Mikla]], gongur 2000 km eftir landnyrðingssjóvarmálanum <ref>http://web.archive.org/web/20070528210526/http://sea.unep-wcmc.org/sites/wh/gbrmp.html</ref>. Verðins størsti monolittur, [[Mount Augustus]], liggur í Vesturavstralia. Hægsti depil er [[Koscluskofjall]], sum er 2229 m. Næstan mitt í Avstralia stendur stóri sandsteinskletturin [[Uluru]] (Ayers Rock). Niðri við vøllin er hann 9,4 km til ummáls og 348 metrar høgur. Upprunafólkið, aboriginarnir, kalla hann Uluru. Hann er ein hin størsti halgidómur teirra og er nevndur í frumsagnum teirra. Í mong ár varð hann nevndur Ayers Rock eftir einum gomlum forsætisráðharra í Suðuravstralia, men í 1958 fekk hann upprunaliga navn sítt aftur.