Munurin millum rættingarnar hjá "Sýria"

Content deleted Content added
sNo edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
[[File:Flag of Syria.svg|right|200px]]
[[Mynd:Syria in its region (claimed).svg|thumb|right|250px|Kort.]]
'''Sýria''', eisini '''Sýrialand''', ([[Arabiskt mál|arábiskt]]: سورية ''sūriyya'' ella سوريا ''sūryā''), alment '''Sýriskt Arabiska Republikkin''' ([[Arabiskt mál|arábiskt]]: الجمهورية العربية السورية), er eitt [[Asia|vestur asiatiskt]] land í [[Miðeystur|Miðeystri]] ið hevur mark til [[Ísrael]], [[Libanon]], [[Jordan]], [[Irak]], [[Turkaland]] og [[Miðjarðarhav|Miðalhavið]]. Sýria er gamalt land, og høvuðsstaðurin [[Damaskus]] er av elstu býum í heiminum. Av tí at mangir týdningarmiklir handilsvegir vóru ígjøgnum Sýria, stóð landið ofta undir fremmandum valdsharrum, t.d. [[Rómverjaríkið|rómverjum]], arábum, [[Grikkaland|grikkum]] og [[Turkaland|turkum]]. Eftir [[Fyrri veraldarbardagi|fyrra heimsbardaga]] varð Sýria [[Frankaríki|franskt]] varðland, til tað fekk fult frælsi í 1946. Síðan tá hevur Sýria mangar ferðir verið við í kríggjum ímóti [[Ísrael]]. Flestu sýrar eru [[muslimar]] og tala [[Arabiskt mál|arábiskt]]. Flestir sýrar eru [[Sunni Islam|sunni-muslimar]], ið er størsti islamski trúarflokkurin; men aðrir muslimskir trúarbólkar eru eisini, m.a. [[Shia Islam|shiar]], ismaliar og alavitar. Alavitar trúgva ikki bara á islam, men hava eisini tikið úr [[Kristindómur|kristindóminum]] til sín. Til dømis halda teir bæði [[jól]] og [[páskir]]. Í gomlum døgum varð ofta søkt at alavitum; men nú eru mangir vorðnir ríkir og máttmiklir. Assad forseti er alaviti.
 
Stívliga helvtin av landinum er [[oyðimørk]]; men har eru eisini fruktagóðir áardalar. Evfrat rennur ígjøgnum Landnyrðings-Sýria úr [[Turkaland]]i til [[Irak]]s. Sýrar hava bygt eina ovurstóra byrging um ánna til tess at veita vatn á landbúnaðarlendi og fáa ravmagnsorku. Orkuverkini við byrgingina gera 75 % av øllum [[ravmagn]]i, ið Sýria nýtir. Stórt vatn — nevnt Assadvatn - er oman fyri byrgingina. Marknaðir, nevndir ''souk'', eru í øllum bygdum og býum í Sýria. Úr keypbúðum og vognum, ið eru sett upp í trongum gøtum, er alskyns vøra at fáa, grønmeti, teppi, prýði, flættaðar kurvar og kaffiketlar. Her er lívligt, og fólk koma úr øllum ættum at keypa og selja, hitta vinir og kenningar ogat tingast um, hvat vørur skulu kosta. Samanumtikið eru marknaðirnir annað enn bara keypsstaðir; teir eru týðandi miðdeplar í arábiskari mentan.
{{stubbi}}
 
Fjølbroytta søga Sýria sæst aftur í mongu fornminnunum úr gomlum stórmentanum. Í 3. øld e. Kr. var Palmyra blómandi karavanbýur við borgum, templum og leikhúsum; men [[Rómverjaríkið|rómverjar]] løgdu býin í oyði, tá ið fólkið sýtti fyri at geva seg undir rómverskt land. Palmyra er við eina grønu (oasu) í útryðjuni í Sýriaoyðimørk og er ein av best varðveittu fornaldarbýum í heiminum.
 
[[Ísrael]] tók [[Golanheyggjar]] í seks-dagakrígnum í 1967. Teir eru týdningarmiklir hermálsliga fyri Ísrael, tí haðan er gott útsýni oman yvir Jordandal. Ísraelar fáa eisini nógv drekkivatn haðan. Heyggjarnir hava verið høvuðssmál í friðarsamráðingum ímillum Ísrael og Sýria, og skotið hevur verið upp, at Golanheyggjar skulu vera avvápnað øki, og at Ísrael skal lata Sýria teir aftur.
 
{{Asia}}