Munurin millum rættingarnar hjá "Guatemala"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
{{Infoboks Land
[[Mynd:LocationGuatemala.png|thumb|Guatemala.]]
| uppruna_navn = República de Guatemala
'''Guatemala''' er eitt land í [[Miðamerika]]. Í norðri hevur Guatemala mark við [[Meksiko]] og [[Belis]] , í eystri við [[Honduras]], og í suðri við [[El Salvador]]. Høvuðsmálið í Guatemala [[Spanskt (mál)|spanskt]]. [[Høvuðsstaður]]in í Guatemala eitur [[Guatemalabýur]]. Avtoftaðir býir úr stórtíð [[Mayaríkið|Mayaríkisins]] og [[Katólska kirkjan|katólskar kirkjur]] í sponskum sniði bera boð um, at mentanin í Guatemala er fjølbroytt. Helmingurin av fólkinum nú á døgum er ættaður frá [[Mayaindiánar|mayaindiánunum]], og flestu teirra búgva í bygdum í hálendinum. Hin helmingurin er lutvíst indiánskur, lutvíst spanskur. Mangir mayaindiánar arbeiða hjá ríkum góðseigarum, sum dyrka [[kaffi]], [[sukur]] og bananir, sum er týdningarmesta útflutningsvøra í landinum. Guatemala flytur eisini út nýhentaðar blómur, mest rósur, ið verða dyrkaðar í dølunum við [[Antigua]]. Flestu fólk í Guatemala eru [[Rómversk-katólska kirkjan|rómversk katólsk]], ið var átrúnaðurin, sum spaniamenn bóru við sær, tá ið teir komu hagar í 15. øld. Alt fleiri fólk taka nú við [[Protestantisma|protestantiskari]] trúgv, men fólkið hevur eisini aðra gudsdýrkan, ið hevur røtur aftur í gamla mayaindiánska trúgv. Skrúðgongan í Antigua er eitt av hátíðarhaldunum í halgu vikuni. Í Sankta Tomaskirkju verður biðið bæði til katólsk halgimenni og gamlar indiánskar gudar.
| navn = Lýðveldið Guatemala
| mynd_flagg = Flag_of_Guatemala.svg
| mynd_skjald = Coat_of_arms_of_Guatemala.svg
| motto = "Libre Crezca Fecundo"
| mynd_positión = LocationGuatemala.png
| alment_mál = [[Spanskt mál]]
| høvuðsstaður = [[Guatemalabýur]]
| fullveldi = 1. juli 1823 (frá [[Meksiko]])
| løgmaður_heitið = Varaforseti
|løgmaður= [[Roxana Baldetti]]
| forseti_heitið = Forseti
| forseti = [[Otto Pérez Molina]]
| vídd = 108,889
| vatn = 0,4 %
| íbúgvar = 15,806,675
| íbúgvar_ár = 2015
| íbúgvar_km2 = 129
| gjaldoyra = Quetzal (GTQ)
| tíðarzona = [[UTC]] -6
| tjóðsangur = Himno Nacional de Guatemala
| alnet_økisnavn = [[.gt]]
| telefon_landakota = 502
| spenningur =
| viðmerkingar =
|}}
'''Lýðveldið Guatemala''' er eitt land í [[Miðamerika]]. Í norðri hevur Guatemala mark við [[Meksiko]] og [[Belis]] , í eystri við [[Honduras]], og í suðri við [[El Salvador]]. Høvuðsmálið í Guatemala [[Spanskt (mál)|spanskt]]. [[Høvuðsstaður]]in í Guatemala eitur [[Guatemalabýur]]. Avtoftaðir býir úr stórtíð [[Mayaríkið|Mayaríkisins]] og [[Katólska kirkjan|katólskar kirkjur]] í sponskum sniði bera boð um, at mentanin í Guatemala er fjølbroytt. Helmingurin av fólkinum nú á døgum er ættaður frá [[Mayaindiánar|mayaindiánunum]], og flestu teirra búgva í bygdum í hálendinum. Hin helmingurin er lutvíst indiánskur, lutvíst spanskur. Mangir mayaindiánar arbeiða hjá ríkum góðseigarum, sum dyrka [[kaffi]], [[sukur]] og bananir, sum er týdningarmesta útflutningsvøra í landinum. Guatemala flytur eisini út nýhentaðar blómur, mest rósur, ið verða dyrkaðar í dølunum við [[Antigua]]. Flestu fólk í Guatemala eru [[Rómversk-katólska kirkjan|rómversk katólsk]], ið var átrúnaðurin, sum spaniamenn bóru við sær, tá ið teir komu hagar í 15. øld. Alt fleiri fólk taka nú við [[Protestantisma|protestantiskari]] trúgv, men fólkið hevur eisini aðra gudsdýrkan, ið hevur røtur aftur í gamla mayaindiánska trúgv. Skrúðgongan í Antigua er eitt av hátíðarhaldunum í halgu vikuni. Í Sankta Tomaskirkju verður biðið bæði til katólsk halgimenni og gamlar indiánskar gudar.
 
[[Ferðavinna]]n er tann vinna, sum veksur skjótast í Guatemala. Á hvørjum ári koma stívliga hálv millión fólk til landið at síggja gomlu mayabýirnar. Tempultoftirnar av mikla mayabýnum Tikal eru í einum stórum tropuskógi. Enn veit eingin, hví fólkið brádliga fór úr býnum fyri um 1000 árum síðan. Mangir mayaindiánar í Guatemala eiga smáar jarðarteigar, har teir dyrka [[mais]], bønir, grasker og [[frukt]]. Tey, ið búgva avsíðis, ganga langan veg at selja grøði sína. Á marknaðinum verða eisini seldar blómur og handgjørdar vørur og ymsir lutir, ið handvei karar hava gjørt, t.d. leirvørur og kurvar. Liljur og rósur, nelikar og gladiólir verða dyrkaðar í dølunum. Tað mesta verður selt til [[USA]]. Konurnar á bygd ganga í øklasíðum skjúrti, sum tær sjálvar veva. Mynstrini eru fleiri hundrað ára gomul. Veving er gamalt handverk. Vovið verður við litføgrum tógvi og tráði, og somu mynstur eru gingin í arv ætt eftir ætt. Fleiri enn 300 ymisk mynstur eru, sum øll hava sína serligu søgu. Vevkonurnar nýta einfaldar vevar, sum eru lættir at taka við sær, tá ið tær flyta úr einum staði í annan. [[Mayafólkið]] má alsamt stríðast til tess at lívbjargað sær, og mong hava tolt nógv og eru dripin, tá ið tey hava roynt at hildið fast um sín gamla lívshátt. Ringast var fyrst í 1980-árunum, tá ið hernaðarstýrið, sum tá var, setti sær fyri at týna mayafólkið. Eini 60.000 fólk flýddu til [[Meksiko]] og hava livað har í flóttafólkalegum. Nú flyta tey heim aftur til Guatemala, men viðurskifti teirra eru óviss, og mesta jørðin er tikin frá teimum.