Munurin millum rættingarnar hjá "Gujana"

Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
[[File:Flag of Guyana.svg|right|200px]]
[[Mynd:LocationGuyana.svg|200px|thumbnail|Gujana á korti yvir Suðuramerika]]
'''Gujana''' ([[Enskt mál|enskt]]: ''Guyana'') er eitt land í landnyrðingshorninum av [[Suðuramerika]], sum hevur strond út til [[Atlantshavið]]. Gujana hevur mark til [[Brasil]], [[Surinam]] og [[Venezuela]]. Høvuðsstaðurin eitur [[Georgetown]], tað er eisini størsti býur í Gujana. Bara 735.000 fólk búgva í Gujana í 2015<ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/gy.html</ref>, tey flestu í høvuðsstaðnum ella tætt við høvuðsstaðin [[Georgetown]] á slættlendinum við strondina. Gujana er indiánskt orð og merkir "landið við nógva vatninum", tí at so nógvar áir renna norður ígjøgnum landið út í [[Atlantshav]]. Gujana var leingi bretskt [[hjáland]], men gjørdist frælst ríki í 1966. Landið flytur út sukur og aluminiumsmálm; har er nógv náttúrutilfeingi, serliga viður og steinsløg.
 
Mesta fólkið í Gujana eru eftirkomarar eftir verkafólk og [[Trælur|trælir]], sum vórðu fluttir til landið at arbeiða í sukurlundunum. Í 17. til 19. øld vórðu mangir trælir úr [[Afrika]] førdir hagar. Tá ið trælahald varð avtikið í bretska heimsveldinum í 1833, komu mangir indarar higar at arbeiða í staðin fyri trælirnar. Upprunafólkið í Gujana, karibindiánar, eru um 60.000 tilsamans. Niðurlendingar vóru fyrstu evropearar í Gujana, og teir búsettu seg við ánna Essekuibo í 1615. Teir gróðursettu sukurrør, kakaotrø og aðrar tropiskar plantur; verkafólkið í lundunum vóru trælir úr Vestur-Afrika. Bretar tóku ræðið í landinum í 1814 og løgdu seg mest eftir at dyrka sukur. Nú eru sukur, [[rís]], aluminiumsmálmur og [[gull]] týdningarmestu útflutningsvørurnar.
 
== Søga ==