Munurin millum rættingarnar hjá "Liktinstein"

Content deleted Content added
Sweeper (kjak | íkøst)
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Flag of Liechtenstein.svg|thumb|right|250px|Flagg]]
'''Liktinstein''' er eitt land í [[Miðevropa]], sum liggur millum [[Sveis]] og [[Eysturríki]]. Landið er sera lítið og fevnir bert um áleið 160 km<sup>2</sup>. Fólkatalið er umleið 37.000. Høvuðsmálið í Liktinstein er týskt. Liktinstein er einasta [[Týskt mál|týskt]]-talandi land, ið ikki hevur mark við [[Týskland]]. Liktinstein er eitt fúrstadømi. Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við [[Sveis]] og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis. Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan. Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin [[landbúnaður]], blómandi smáídnaður og [[ferðavinna]] veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land. Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10 % av árligu ríkisinntøkunum.
 
{{stubbi}}