Munurin millum rættingarnar hjá "Aserbadsjan"

Content deleted Content added
No edit summary
HugoGardar (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
[[Mynd:Azerbaijan (orthographic projection).png|thumb|right|200px]]
[[Mynd:Bazarduzu detail.JPG|thumb|right|250px|Hægsta fjallið í Aserbadjan, Bazarduzu.]]
'''Aserbadsjan''' er eitt lýðveldi í [[Asia]]. Aserbadjan gjørdist fyrsta frælsa lýðveldi í muslimska heiminum í [[1918]], men tvey ár seinni, í 1920 gjørdist landið partur av [[Sovjetsamveldið|Sovjetsamveldinum]] til 1991. Fólkatalið er 9.165.000 fólk (í 2011). Asejbadjan er tað størsta landið í [[Kaukasus]] regiónini í Evrásia. Grannalondini eru: [[Russland]] fyri norðan, [[Georgia (land)|Georgia]] mót útnyrðingi, [[Armenia]] mót vestri og [[Iran]] móti suðri. Hetta heita, turra landið er við [[Kaspiska havið|Kaspiska Hav]]. Í 8. øld kallaðu persar hetta landøkið Aserbadjan, "eldslogalandið", tí at brennandi gass setti upp úr jørðini. Aserbadjanar eru turkiskir muslimar, sum hertóku landið í 11. øld. Seinastu árini hevur drúgvt tjóðskaparstríð verið ímillum ymisk fólkasløg í landinum. Eisini hevur blóðugt marknastríð verið ímillum Aserbadjan og [[Armenia]].
 
Landafrøðiliga er Aserbadjan partur av [[Asia]], men mentanaliga er landið, umvegis Sovjetsamveldið, vorði alt meira evropeiskt. Sum dømi um hetta kann nevnast, at Aserbadjan síðan 2008 hevur luttikið í [[Eurovision]]. Í 2011 vann Aserbadjan kappingina við sanginum Running Scared. Eldar og Nigar eita tey bæði úr Aserbadjan, sum vunnu Grand Prix kappingina 2011. Saman kalla tey seg Ell/Nikki.
 
Fyri tað, at olja varð funnin í londunum við [[Persaflógva]], kom helmingurin av allari olju í heiminum úr ovurstóru oljukeldunum tætt við aserbadjanska høvuðsstaðin [[Baku]]. Nú á døgum bora aserbadjanar eftir olju av boripallum í [[Kaspiskahav]]i. Vegakervið og ravmagnsorkuverkini til oljuídnaðin hava verið við til at menna annan ídnað, t.d. klædnaídnað.
 
== Keldur ==