Munurin millum rættingarnar hjá "Oslo"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 22:
| Heimasíða: || [http://www.oslo.kommune.no/ Oslo kommuna]
|}
[[File:14-09-02-oslo-RalfR-393.jpg|thumb|Oslo]]
 
'''Oslo''' er [[Noreg]]s [[høvuðsstaður]], og uml. 10 % av landsins fólki býr í býnum. Tað búgva 626 953 fólk í Oslo. Oslofjørðurin er tættast fólkaði fjørður í Noregi. Býurin, sum upprunaliga æt ''Christiania'', er 1000 ára gamal. Norski høvuðstaðurin verður eisini nevndur ''víkingahøvuðsstaðurin''. Hetta er ein býur, sum er tætt við [[hav]] og strond, náttúrðuna og skíøkir. Í Oslo er Stórtingið, har eru stjórnarbygningarnir, kongsborgin og almennir stovnar, til dømis [[útvarp]]ið (NRK), Ríkissjúkrahúsið og Landsbanki Noregs. Longu um ár 500 e.Kr. var Oslo handilsstaður. Spakuliga vaks staðurin og fekk keypstaðarheitið 1048, tá ið Haraldur kongur Harðræði læt gera keypstað har. Býurin hevur góða havn, og har er altíð fult av ferðamanna- og farmaskipum; meira enn helvtin av tí, sum verður flutt inn til Noregs, verður uppskipað í Oslo. Í Oslo býr kongurin, og har kemur stórtingið saman, har er lærdur háskúli og nógvir aðrir skúlar. Ráðhúsið í Oslo er bæði stórt og prýðiligt. Tað stendur niðri við havnina, og er bygt av reyðum múrsteini. Inni í teirri stóru høllini hanga myndir, sum lýsa høvuðsstaðarsøguna. Millum tey mest vitjaðu støðini í Oslo er m.a. [[Tusenfryd]]-stuttleikaparkin, ið er størsta stuttleikapark í Norra.