Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Borgarakríggið"

Content deleted Content added
sNo edit summary
s Orðið "amerikumaður" er skeivt. Orðið "Amerika" bendist ikki.
Linja 1:
[[Mynd:American_Civil_War_Montage_2.jpg|thumb|right|230px]]
'''Amerikanska Borgarakríggið''' ([[1861]] – [[1865]]) brast av álvara á tann [[12. apríl]] í [[1861]]. Kríggið herjaði um stóran part av [[USA]]. Tríggjar milliónir amerikumennamerikanarar kríggjaðust og 600 000, tað vil siga tvey prosent av fólkinum í landinum, lat lív. Heimini vórðu hermannabúðir og [[Kirkja|kirkjur]] og skúlar vórðu sjúkrahús. Frá [[1861]] til [[1865]] bardust amerikumennamerikanarar sum óðir móti hvørjum øðrum. Orsøkirnar vóru mangar. Men tað, sum byrjaði sum eitt stríð um rættindi í einstøkum statum, endaði sum eitt kríggj um, hvat frælsi í [[Amerika]] í grundini hevði at týða.
 
Herarnir í [[Borgarakríggj|borgarakrígnum]] høvðu góð [[vápn]]. Øll framleiðsluvinna í Norðurstatunum legði seg eftir at menna [[vápn]]aframleiðsluna og bara í [[1862]] fingu tey 240 einkarrættir til [[vápn]]. Fyri fyrstu ferð sóust tokkanónir, landminur, kikarasikti, hernaðartelegrafar og byrsur sum skutu nógv skot og skjótt.