Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Content deleted Content added
→‎Útvortis ávísing: removed link FA templates
HugoGardar (kjak | íkøst)
Linja 49:
 
Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár. Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum <ref>http://panbladet.dk/2011/01/03/30-ar-siden-homoseksualitet-fjernet-fra-sundhedsstyrelsens-sygdomsliste/</ref>. Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum. Í 2010 fingu samkynd í skrásettum paralagi loyvi til at ættleiða børn hjá hvørjum øðrum <ref>http://ilga.org/ilga/en/article/mpDxTIq18X</ref>. Danmark fær kynsleyst hjúnalag í 2012 <ref>http://www.dailytelegraph.com.au/news/breaking-news/denmark-approves-gay-weddings-in-church/story-e6freuyi-1226388155168</ref><ref>http://www.washingtonpost.com/world/europe/danish-lawmakers-approve-church-weddings-for-same-sex-couples/2012/06/07/gJQAcOAxKV_story.html</ref>. Møguleikin fyri at gerast sonevnd hjámamma er veruleiki, eftir at broytingin í donsku barnalógini er komin í gildi 1. desember 2013. Hetta merkir, at tann kvinnan í einum samkyndum parlagi, sum ikki er biologiska mamman, kann verða skrásett sum foreldur at barninum við barnsins føðing <ref>http://politiken.dk/forbrugogliv/livsstil/familieliv/ECE2149076/nu-kan-to-kvinder-blive-mor-og-medmor-fra-barnets-foedsel/</ref>.
 
 
=== Innflytarapolitikkur ===
 
Aldrin áður hava so nógvir innflytarar søkt bústað í Danmark sum í 2014.<ref>http://www.dst.dk/da/Statistik/emner/indvandrere-og-efterkommere.aspx</ref> Seinastu hagtølini fyri 2014 vísa, at talið av útlendskum ríkisborgarum, ið fluttu til Danmarkar í 2014, er 64.874. Tað er hægsta talið nakrantíð yvir eitt ár. Gamla metið var frá í 2013, tá tilsvarandi talið var 56.276 fólk. Sostatt er talan um eina øking á fimtan prosent. 5401 [[Sýria|sýrar]] fluttu til Danmarkar í 2014. Tað er tríggjar ferðir so nógvir sýrar, sum í 2013, tá 1760 sýrar fluttu til Danmarkar. Men hóast tað eru flest sýrar, ið fáa uppihald í Danmark, so vísa hagtølini eisini, at flestu innflytarar koma úr londum í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]]. Nevniliga seks út av tíggju innflytarum í 2014 komu úr einum Vesturlendskum landi. Av teimum londunum er tað [[Rumenia]], ið liggur nummar eitt á listanum yvir innflytarar. Rumenia er eisini tað landið, har næst innflytarar komu frá samla sæð. Hagtølini vísa, at 5171 rumenar tóku upp bústað í Danmark í 2014. Tað er ein øking á fimtan prosentum frá 2013.
 
=== Politiskir flokkar í Danmørk ===