Content deleted Content added
Skótin (kjak | íkøst)
Linja 23:
 
Takk fyri. Eg skal hyggja eftir henni. :)
 
== Eg havi brúk fyri hjálp til at útfylla kalendaran á forsíðuni ==
 
Hey Skótin. Eg havi dagført forsíðuna, havi kanna eftir, hvussu tann danska er uppbygd og so roynt at gera tað sama her, tí sniðini sóu út til ikki at rigga á mobilum eindum sum iPad, snildfonum og líknandi, so næstan onki innihald sást, tí helt eg at tað mátti broytast. Trupulleikin er bara, at har er so nógv arbeiði ið skal gerast fyri at upprætta og útfylla tríggjar hendingar fyri hvønn dagin í árinum, í eina fyrimynd, sum er gjørd til forsíðuna. Eg veit ikki, um tað skulu vera júst 3 hendingar, tann enska wp nýtir 5 hendingar, men í hvussu so er ikki meir enn tað. Yvirlit yvir [https://fo.wikipedia.org/wiki/Wikipedia:Hendingar/Mars hendingar fyri mars er her]. Allir mánaðirnir standa ovast á hasi síðuni, so við at trýsta á ein av teimum, so skuldi tú komi til yvirlit yvir dagarnir í apríl, mai osfr. Tað sum skal gerast er at trýsta á "Vís" undir degnum, so kemur skabilónin (fyrimyndin) fram, t.d. [[Wikipedia:Hendingar/30. mars]] fyri 30. mars, og síðan at útfylla tað við trimum hendingum, sum kunnu fáast við at hyggja at degnum, sum jú longu er upprættaður, t.d. [[30. mars]]. Júst tann dagurin hevur fimm hendingar, sum eru skrivaðar á føroyskum, tó eru tríggjar av hendingum um svimjing, veit ikki um tað bara skal snúgva seg um føroyska svimjing, okkurt altjóða má við eisini, vildi eg mett. Men tað er upp til tín, hvørjar hendingar, ið tú velur at taka við, hendingar kunnu eisini týðast úr t.d. ensku, donsku, norsku ella øðrum málum. Ein mynd kann eisini setast inn fyri eina av hendingunum, hon skal setast inn ovast millum her <nowiki>"float:right;margin-left:0.5em;"> og </div></nowiki> her. Altso, bara um og tá tú hevur tíð. Eg fari í holt við 7. mars nú. Spyr endiliga, um tað er nakað. Vinarlig heilsan [[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|talk]]) 5. mar 2015 kl. 07:22 (UTC)