Munurin millum rættingarnar hjá "Franska Gujana"

Content deleted Content added
yvirskriftir + skrivaði eitt sindur um mál
Linja 27:
|}}
 
'''Franska Gujana''' (á fronskum '''Guyane française''' ella bara '''Guyane''') er í landnyrðingspartinum í [[Suðuramerika]], eystan fyri [[Surinam]] og norðan fyri [[Brasil]]. Tað er [[Frakland|franskur]] landslutur, har tey hava [[Evra|evruna]] sum gjaldoyra, og fólkið hevur atkvøðurætt til øll val í Fraklandi. Høvuðsstaðurin er [[Cayenne]], sum hevur givið navn til m.a. cayennepipar. Landið er um leið tvær ferðir so stórt sum [[Danmark]], men har búgva bara um leið 250.000 fólk. 95,5 prosent av lendinum í Fronskum Gujana er regnskógur<ref>http://rainforests.mongabay.com/20frenchg.htm</ref>, ið er ein tann fremsti í heiminum, tá ið talan er um lívsfrøðiligt margfeldi. Einasta [[hjáland]]i, ið er eftir í Suðuramerika, er Franska Gujana, í mong ár kent fyri Devlaoynna, illa gitnu fangaleguna stutt úti fyri strondini. Nú er landið betur kent fyri at vera miðstøð fyri evropeiskar rúmdarverkætlanir. Búskaparliga er Franska Gujana fast knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika. Gullmálmur er at finna í skóginum, men tað er torført at útvinna hann, tí har eru næstan eingir vegir. Franska Gujana hevur einki vegasamband við grannalondini Brasil og Surinam. Á marknastøðunum mugu ferðandi fara við báti tvørtur um marknaráirnar. Á trimum oyggjum úti fyri strondini á Fronskum Gujana var til 1953 ein illa gitin revsilega. Tann størsta oyggin eitur Djevlaoyggin. Í 100 ár sendi hjálandaveldið Frakland 75.000 revsifangar út hagar. Talan var um landasvíkjarar, brotsmenn og herrýmingar. Einans trý prosent av teimum komu frá teimum ræðuligu korunum á lívi. Nær við ta gomlu revsileguna á oyggjunum úti fyri Fronskum Gujana er nú á døgum ein tann týdningarmesta inntøkukeldan í landinum. Tað er ein rúmdarstøð, har [[ESA]], tann Evropeiski rúmdarfelagsskapurin, sendir síni [[Rúmdarferja|rúmdarfør]] út í rúmdina. Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá Evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við [[Fylgisveinur|fylgisveinum]] og sondum.
 
== Búskapur ==
Búskaparliga er Franska Gujana tættt knýtt at Fraklandi og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan. Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Suðuramerika. Gullmálmur er at finna í skóginum, men tað er torført at útvinna hann, tí har eru næstan eingir vegir. Franska Gujana hevur einki vegasamband við grannalondini Brasil og Surinam. Á marknastøðunum mugu ferðandi fara við báti tvørtur um marknaráirnar. Á trimum oyggjum úti fyri strondini á Fronskum Gujana var til 1953 ein illa gitin revsilega. Tann størsta oyggin eitur Djevlaoyggin. Í 100 ár sendi hjálandaveldið Frakland 75.000 revsifangar út hagar. Talan var um landasvíkjarar, brotsmenn og herrýmingar. Einans trý prosent av teimum komu frá teimum ræðuligu korunum á lívi. Nær við ta gomlu revsileguna á oyggjunum úti fyri Fronskum Gujana er nú á døgum ein tann týdningarmesta inntøkukeldan í landinum. Tað er ein rúmdarstøð, har [[ESA]], tann Evropeiski rúmdarfelagsskapurin, sendir síni [[Rúmdarferja|rúmdarfør]] út í rúmdina. Fleiri enn 15.000 fólk búgva og starvast í Kourou, ið er rúmdarstøð hjá Evropeiska rúmdarsambandinum (ESA). Haðan verða arianerakettir skotnar út í rúmdina við [[Fylgisveinur|fylgisveinum]] og sondum.
 
Arbeiðsloysið er stórt, men nógv vóna, at vaksandi [[ferðavinna]] fer at skapa arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1300 sløg av [[trø]]um, 190 sløg av [[súgdýr]]um, 720 [[Fuglur|fuglasløg]] og 480 [[Fiskur|fiskasløg]]. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin [[Regnskógur|tropiskur regnskógur]] við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum [[Plantur|plantu]]- og [[dýr]]alívi, har er t.d. [[oselotur]], [[jaguarur]], [[puma]] og satt [[skriðdýr]]ameingi.
 
== Fólkið ==
[[Mynd:Guyane_map-en.svg|thumb|left|250px|Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin regnskógur.]]
Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heimi. Við fólkateljingina í 2011 vóru 56,5% av íbúgvunum fødd í Franska Gujana, 9,3% vóru fødd í meginlands [[Frakland]]i (í Evropa), 3,4% vóru fødd í Fransk Karibisku departementunum Guadeloupe og Martinique og 30,5% were born in foreign countries (fyrst og fremst [[Suriname]], [[Haiti]] og [[Brasil]]). Í Fronskum Gujana býr til dømiseisini ein stórustórur bólkur, sum er ættaður úr [[Laos]] (ið áður hoyrdi til [[Frakland]]s sum partur av [[hjáland]]inum Fronskum Indokina). Næstan helvtin av fólkinum er fødd uttanlands, í Fraklandi ella aðrastaðni, har Frakland hevur rátt ella framvegis ræður. Upprunafólkið, [[Indianarar|indiánararnir]], telur bert trý til fýra prosent av fólkatalinum. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir teir eru. Ymiskt bendir á, at tað framvegis eru fólkabólkar í regnskóginum, sum ikki enn hava havt nakað samband við umheimin. Í regnskóginum liva eisini eftirkomarar hjá [[Trælur|trælum]], sum einaferð vórðu førdir um hav úr [[Afrika]]. Næstan ongar vørur verða gjørdar í Fronskum Gujana. Har er fiskivinna, og úti við strondina dyrka tey bananir og sukurrør. Næstan alt, sum fæst til keyps í landinum, er innflutt, meginparturin úr Fraklandi. Arbeiðsloysið er stórt, men nógv vóna, at vaksandi [[ferðavinna]] fer at skapa arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1300 sløg av [[trø]]um, 190 sløg av [[súgdýr]]um, 720 [[Fuglur|fuglasløg]] og 480 [[Fiskur|fiskasløg]]. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin [[Regnskógur|tropiskur regnskógur]] við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum [[Plantur|plantu]]- og [[dýr]]alívi, har er t.d. [[oselotur]], [[jaguarur]], [[puma]] og satt [[skriðdýr]]ameingi.
 
== Mál ==
Almenna málið er franskt, men fleiri onnur mál verða tosað í Fransk Gujana, eitt nú Fransk Gujana Kreolskt, seks Amerindiansk mál (Arawak, Palijur, Kali'na, Wayana, Wayampi, Emerillon), fýra Maroon málføri (Saramaka, Paramaccan, Aluku, Ndyuka), og Hmong Njua.[18] Onnur mál ið verða tosað í landinum eru eitt nú portugiskt, hakka, haitiskt kreol, spanskt, niðurlendskt og enskt.
 
== Keldur ==