Munurin millum rættingarnar hjá "Franska Gujana"

Content deleted Content added
HugoGardar (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 32:
Fólkið er av blandaðum uppruna, úr næstan øllum heimi. Í Fronskum Gujana býr til dømis ein stóru bólkur, sum er ættaður úr [[Laos]] (ið áður hoyrdi til [[Frakland]]s sum partur av [[hjáland]]inum Fronskum Indokina). Næstan helvtin av fólkinum er fødd uttanlands, í Fraklandi ella aðrastaðni, har Frakland hevur rátt ella framvegis ræður. Upprunafólkið, [[Indianarar|indiánararnir]], telur bert trý til fýra prosent av fólkatalinum. Eingin veit við vissu, hvussu nógvir teir eru. Ymiskt bendir á, at tað framvegis eru fólkabólkar í regnskóginum, sum ikki enn hava havt nakað samband við umheimin. Í regnskóginum liva eisini eftirkomarar hjá [[Trælur|trælum]], sum einaferð vórðu førdir um hav úr [[Afrika]]. Næstan ongar vørur verða gjørdar í Fronskum Gujana. Har er fiskivinna, og úti við strondina dyrka tey bananir og sukurrør. Næstan alt, sum fæst til keyps í landinum, er innflutt, meginparturin úr Fraklandi. Arbeiðsloysið er stórt, men nógv vóna, at vaksandi [[ferðavinna]] fer at skapa arbeiðspláss. Tað, sum kann draga ferðafólk hendan vegin, er fyrst og fremst náttúran: Har eru 1300 sløg av [[trø]]um, 190 sløg av [[súgdýr]]um, 720 [[Fuglur|fuglasløg]] og 480 [[Fiskur|fiskasløg]]. Mesta fólkið býr fram við strondini, so meginparturin av landinum er ónomin [[Regnskógur|tropiskur regnskógur]] við ógvuliga nógvum og fjølbroyttum [[Plantur|plantu]]- og [[dýr]]alívi, har er t.d. [[oselotur]], [[jaguarur]], [[puma]] og satt [[skriðdýr]]ameingi.
 
== ReferansarKeldur ==
{{Reflist}}
 
<references/>
 
[[Bólkur:Suðuramerika]]