Munurin millum rættingarnar hjá "Jógvan Joensen"

Content deleted Content added
upprætti síðu um Jógvan Joensen, sum luttekur í X Factor í 2015
 
sNo edit summary
Linja 1:
'''Jógvan Joensen''' úr [[Fuglafjørður|Fuglafirði]] er ein [[Føroyar|føroyskur]] sangari og tónleikari. Í 2015 luttekur hann í donsku sjónvarps sangkappingini [[X Factor (Danmark)|X Factor]]. Hann varð millum tey 9, ið varð valdur út til at luttaka í liveshows. Hann var ein av trimum luttakarum í bólkinum fyri fólk yvir 23 ár og fekk [[Line Rafn]] sum mentor, hann var tá 25 ára gamal. Í fyrsta liveshowinum sang hann Jeff Buckley sangin "Forget Her".<ref>[http://kvf.fo/greinar/2015/02/11/jogvan-skal-syngja-forget-her kvf.fo - Jógvan skal syngja "Forget Her"]</ref> Tá ið atkvøðurnar, ið hesaferð komu umvegis sms boð sum vanligt, men sum nakað nýtt eisini umvegis eina X Factor app, vóru taldar, vísti tað seg, at Jógvan og Ninni, ið bæði høvdu Line Rafn sum mentor, komu í sonevnda vandaøkið (farezonen). Dómararnir í X Factor hava tað mannagongd, at tá ið tvey hjá sama dómara koma í vandaøkið og skulu syngja enn einaferð, so verður tað tann dómarin, ið hevur tey, ið skal avgera, hvør av teimum ið sleppur at halda fram og hvør ið skal heim. Line avgjørdi, at Ninni skuldi sendast heim, og at Jógvan skuldi víðari. Til næsta liveshow sang hann sangin "Stay With Me" hjá Sam Smith,<ref>[http://aktuelt.fo/jogvan+er+klarur.html aktuelt.fo - X Factor: Jógvan er klárur]</ref> og hesaferð kom hann beinleiðis víðari.
 
== Keldur ==