Munurin millum rættingarnar hjá "Andrias Høgenni"

Content deleted Content added
s Setti árstal aftaná "í løtuni"
Linja 1:
'''Andrias Høgenni''' (føddur [[28. oktober]] [[1988]]) er ein føroyskur filmsleikstjóri úr [[Tórshavn|Havn]]. Áðrenn hann fór á filmslistaskúla, fekk hann royndir innan filmsvinnun við at vera við til at gera sjónvarapssendingarnar [[Agurk (sending)|Agurk]]. Í 2013 næm hann sær útbúgving á tí alternativa danska filmskúlanum 18 Frames. Endafilmurin ''Timerne med Christine'' varð sýndur á [[Odense International Filmfestival]] í 2013.<ref>[http://www.18frames.dk/odense-filmfestival/ 18frames.dk]</ref> Síðani gjørdi hann stuttfilmarnar ''Eina'', og ''Det Mand Ikke Taler Om''.<ref>[https://www.facebook.com/DetMandIkkeTalerOm/info Det Mand Ikke Taler Om - Facebook síða]</ref> Filmurin ''Det Mand Ikke Taler Om'' er partur av einari verkætlan, har ætlanin var at seta fokus á tað, at menn verða neyðtiknir. Filmurin skudi so framyvir vísast á kjakfundum og nýtast í samband við undirvísing. Filmurin er framleiddur av El Cine Production við stuðli frá Fynske Filmfortællinger, umframt eitt samtarv millum Odense Filmværksted, Syddansk Universitet, Kulturregion Fyn og Det Danske Filminstitut.<ref>[http://www.booomerang.dk/projects/det-mand-ikke-taler-om/ Boomerang.dk, DET MAND IKKE TALER OM]</ref> Hann er nevndarlimur í [[Føroysk Filmsfólk]].<ref>[http://listinblog.blogspot.com/2014/02/felagi-froysk-filmsfolk-er-stovna.html listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað]</ref> Í løtuni (2014) lesur Andrias miðlavísund (medievidenskab) á Syddansk Universitet.<ref>[http://www.in.fo/news-detail/news/andrias-hoegenni-aarets-talent-2014/ in.fo - Andrias Høgenni “Årets Talent 2014”]</ref>
 
== Filmar ==