Munurin millum rættingarnar hjá "Kaj Leo Holm Johannesen"

Content deleted Content added
Skifti myndina út
Hannsjalvur (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Kaj Leo Holm Johannesen''', eisini kendur sum '''Kaj Leo Johannesen''' (føddur [[28. august]] [[1964]] í [[Tórshavn]]) er síðani [[26. september]] [[2008]] [[Føroyar|Føroya]] [[løgmaður]]. Hann er útbúgvin sum [[skipsførari]] og var sameigari av [[Farex]], ið fekst við fiskaútflutning. JohannesenKaj Leo limaði seg inn í Sambandsflokkin í 1988. Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyrstu ferð í 1994 og sat sama árið eitt skifti á tingi sum eykamaður. Frá 1996 til 2000 sat hann í Tórshavnar býráðbýráði. Hann var á fyrsta sinni valdur inn á Løgting í 2002 og hevur verið afturvaldur síðani. Síðani 2004 hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið formaður í Sambandsflokkinum. Tíðarskeiðið 2003-2004 var hann næstformaður í Landsstýrismálanevndini og limur í Vinnunevndini. Frá 2004 til 2008 var hann formaður í Uttanlandsnevndini og limur í fíggjarnevndini. Hann varð valdur til løgmann 26. september í 2008.
 
Eftir loknan fólkaskúla fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips, sum 14 ára gamal. Í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski og farmaskipi, umframt starvast sum bilsølumaður. Í 1989 kom hann í starv hjá Føroya Fiskasølu og frá 1995 til 1997 starvaðist hann á Kósini. Síðani 1997 hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi.
 
== Politisk lívsleið ==
Linja 23:
 
== Lívsleið innan ítrótt ==
Kaj Leo Holm Johannesen er fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti. Hann leikti 4 dystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991-92 <ref>[http://www.national-football-teams.com/v2/player.php?id=14843 National-football-teams.com]</ref> og so var hann eyka málmaður fyri føroyska A-landsliðið meirmeira enn 20 ferðir í árunum 1988-1994. Kaj Leo var annars [[HB]] leikari, hann er ein av mest leikandi HB leikarunum. Hann vann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir við [[HB]], tað var árini 1988, 1990 og 1998. Bæði á landsliðnum og á HB liðnum spældi Kaj Leo sum málmaður. Hann hevur ikki heilt slept fótbóltinum enn, men spælir fótbólt við Oldboys hjá [[HB]] av og á. Í 2010 vann hann gull við oldboys liðnum hjá [[HB]], tá teir vunnu finaludystirnir Inni í Dal á [[Sandoy]]nni 25. september 2010.<ref>[http://b71-sandoy.com/index.php?option=com_content&view=article&id=165:hb-vann-old-boys-kappingina&catid=1:latest-news B71-sandoy.com]</ref>
Kaj Leo Johannesen hevur eisini spælt hondbólt. Hann leikti við [[Kyndil|Kyndli]], sum er hondbóltsfelag úr [[Tórshavn|Havn]]. Hann leikti 163 dystir og skoraði 625 mál.<ref>[http://kyndil.fo/2005.12.04-hesi-hava-leikt-yvir-100-dystir-fyri-kyndil.aspx Kyndil.fo, Hesi hava leikt yvir 100 dystir fyri Kyndil]</ref>