Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
setti inn fyrimyndi, eins og tað er gjørt á donsku wp
Linja 20:
 
== Hendingar í 2015 ==
'''Januar'''
* [[5. januar]] - Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringdi til politiið í [[Keypmannahavn]] og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, og at hann var bangin fyri, at hann hevði dripið hana. Næsta dag tá ið hann var til grundlógarforhoyr, noktaði hann seg tó sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur. Í meðan skuldi málið kannast nærri. Hendingin fór fram í einari íbúð á [[Frederiksberg]].
* [[5. januar]] - [[Jóhan á Plógv Hansen]] spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti [[Svøríki]] og var spældur í [[Malmö]]. Danmark vann dystin 28-23.
Line 28 ⟶ 29:
* [[16. januar]] - [[Mentanarvirðisløn Landsins|Mentanarvirðislønir Landsins]], sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, í staðin orsakað av óveðri, vóru handaðar 16. januar á samkomu í Deplinum í Skálavík. [[Tórbjørn Olsen]], listamálari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins, [[Tey av Kamarinum]] fingu Heiðursgávu landsins, [[Mathias Kapnas]], tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. [[Oddvør Johansen]], rithøvundur og [[Katrin Ottarsdóttir]], filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
* [[16. januar]] - Landsstýrismaðurin í mentamálum, [[Bjørn Kalsø]], kunngjørdi, at orðabøkur [[Sprotin|Sprotans]] nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta.
 
'''Februar'''
* [[7. februar]] - [[VÍF]] vann steypafinaluna í hondbólti hjá monnum móti [[Neistin|Neistanum]] 26-25. Neistin vann steypafinalurna hjá kvinnunum móti Kyndli 24-19.