Munurin millum rættingarnar hjá "Vár Berghamar Jacobsen"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
skrivaði meira tekst
Linja 1:
'''Vár Berghamar Jacobsen''' (fødd [[1965]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] leiklistafrøðingur, sjónleikari<ref>[http://nordlysid.fo/undrid+i+1914+tad+fyrsta+foroyska+yrkingasavnid.html nordlysid.fo]</ref> og ummælari<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/09/11/orsaka-vit-ummla-leikin-mentanarkafini kvf.fo - Orsaka! Vit ummæla leikin á Mentanarkaféini]</ref> úr [[Tórshavn|Havn]]. Hon er útbúgvin kandidatur í leiklistfrøi av lærda háskúlanum í Århus (Århus Universitet). Hon er dóttir rithøvundan [[Steinbjørn B. Jacobsen]]. Vár hevur spælt við í fleiri barnasjónvarpsrøðum hjá [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]], t.d. í jólakalendarum. Vár hevur starvast í Sjónvarpi Føroya (Barnasjónvarpið frá 1. august 1998 til 31. juli 2004. Síðan starvaðist hon í Útvarpi Føroya frá 1. august 2004 til 30. juni 2012, í Barnaútvarpinum frá 2004 til 2008 og síðan í morgunsendingini Góðan Morgun Føroyar frá 2008 til 2012. Hon hevur undirvíst í leiklist í Hoydølum 2001/02 og í Miðnámsskúlanum í Suðri 2003/04, 2004/05 og 2013/14. Hon hevur eisini undirvíst á Miðnámsskúlanum á Kambsdali síðan 2012 og í miðnáksskúlanum í Hoydølum síðan 2013.
 
Vár hevur eisini virkað sum dómari í t.d. teknikappingum hjá Fólkaheilsuráðnum.<ref>[http://www.folkaheilsa.fo/triggir+ungir+teknarar+fingu+virdislon+i+teknikapping_nuof.html folkaheilsa.fo]</ref> Til tíðir er hon eisini upplesari í útvarpinum. Maður hennara er [[Páll Danielsen]], sjónleikari. Í 1999 kom fløgan Søguskrínið út, har tey bæði lesa søgur.<ref>[http://rateyourmusic.com/release/album/var_jacobsen__pall_danielsen/soguskrinid/ rateyourmusic.com]</ref>
 
Vár hevur skrivað og leikstjórnað "Likkulikkuleia", talan var um 80 sendingar í alt. Hon skrivaði tær fyrstu 16 sendingarnar í 1998 og tað var víst í jan 1999. síðani vóru nýggjar 16 sendingar skrivaðar og sendar í 1999. Og tvey umfør í 2000 ( í alt 32 sendingar afturat). Í 2002/2003 skrivaði og leikstjórnaði hon Leskilikkuleia, tilsamans 16 sendingar.
 
Hon hevur skrivað útvarpsleikin "Luddi og Lundisa", ið var sendur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005. Hon hevur leikstjórnað Jólakalendaran "Pinki", sum [[Marjun Syderbø Kjelnæs]] skrivaði til barnaútvarpið í 2005. Hon hevur skrivað útvarpsleikin: "Hvar eru børnini", sum var sendur í 2005.
 
Leikritið til jólakalendarin "Jól í Grannalagnum" var skrivað og sent í útvarpinum hjá Kringvarpinum í 2007, og ein fløga við sangunum var givin út sama ár. Kalendarin var sendur aftur í útvarpinum í 2013.
 
Vár hevur eisini skrivað jólakalendaran og sangleikin, ''Jól í grannalagnum'', sum hon skrivaði í 2007, beiggi hennara, [[Kári Jacobsen]], gjørdi tónleikin, [[Finnur Hansen]] stóð fyri tí tekniska.<ref>[http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/11/29/kringlan-um-jl-kvf-amnesty-og-jl-5a kvf.fo - Kringlan: Um jól í KVF, Amnesty og Jól í 5.a]</ref> ''Jól í grannalagnum'' var spældur í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í desember 2013. Vár greiddi frá í morgunsendingini hjá útvarpinum, hvussu hon fekk íblástur til søguna. Hon skrivaði leikin í august, tá alt var summarligt, men hon gekk túrar í Viðalundini í Havn hvønn morgun, og fekk íblástur har. Hon spældi sær við orðinum ''at granska'', har var ein granskari, sum var ein kona og ein granskoðari, sum var maður hennara. The Grand Old Lady og the Grand Old Man vóru eisini persónar í søguni, og tey áttu ein Grand Danois hund, sum høvdu orðið gran í navninum ella eyknavninum. Jólaperur vóru keyptar á Grand Canaria, og Grand Canyon var eisini nevnt. Og so var ein ljósasløkkjari í søguni. Høvuðspersónarnir eru tvíburðar og verða nevndir Stjørnuskotið.
 
== Verk ==
=== Útvapsleikir og jólakalendarar til útvarpið ===
*''[[Likkulikkuleia]]'', skrivað leikritið og leikstjórnaði. Í alt 80 sendingar. Víst frá januar 1999, tvey umfør á tvær ferðir 16 sendingar, og síðan tvey umfør í 2000, í alt 32 sendingar afturat. Í 2002/2003 skrivaði og leikstjórnaði hon Leskilikkuleia, tilsamans 16 sendingar.
*''Luddi og Lundisa'', Vár skrivaði leikritið. Útvarpsleikurin var sendur í Útvarpi Føroya í 2004 og 2005
*''Jól í Grannalagnum'', Vár skrivaði leikin í 2007, hann varð sendur sama árið og ein fløga varð givin út sama ár. Jólakalendarin varð endursendur í 2013.
 
=== Sjónvarpssendingar ===
*''Garasjan''
*''Jól í grannalagnum''
 
== Keldur ==
<references/>
 
{{stubbi}}
 
{{DEFAULTSORT:Jacobsen, Vár Berghamar}}