Munurin millum rættingarnar hjá "Simbabvi"

Content deleted Content added
→‎Kvinnurættindi: skifti eina mynd út
Linja 92:
 
==== Kvinnurættindi ====
[[Mynd:AfricanwomenJenni Williams and Magodonga Mahlangu of WOZA receive Robert F. Kennedy Human Rights Award.jpg|thumb|right|220px|KonufólkMagodonga íMahlangu úr Simbabvi hevur fingið Robert F. Kennedy Human Rights Award.]]
Síðani [[februar]] [[2003]] eru limir í kvinnubólkinum [[Women of Zimbabwe Arise]] (WOZA) blivnir handtiknir fleiri ferðir av løgregluni í Simbabvi, meðan tær friðarliga hava mótmælt støðugt versnaðu sosialu og fíggjarligu viðurskiftunum umframt mannarættindastøðuni í landinum. Viðferðin, sum limirnir í kvinnubólkinum WOZA eru fyri, vísir støðugt versnandi tolsemið hjá myndugleikunum mótvegis friðarligum almennum mótmælisgongum, sum havast at politikkinum hjá stjórnini í Simbabvi. Harumframt setir hetta fokus á brotsliga nýtslu av lóggávuni. Her verður serliga hugsað um, at ''Public Law and Security Act and Miscellaneous Offences Act'' verða nýttar saman, og hetta loyvir tilvildarligum handtøkum, og at fólk verða hildin aftur, og hetta ger tað eisini møguligt fyri [[Løgregla|løgregluna]] at fremja fleiri onnur mannarættindabrot <ref>http://www.frontlinedefenders.org/taxonomy/term/269</ref>.
 
Linja 99:
Sambært frágreiðingum segði løgreglan við kvinnurnar, at um tær játtaðu seg sekar í nøkrum minni brotum á ''Miscellaneous Offences Act'', kundu tær rinda eina bót og verða leyslatnar aftur. Um tær noktaðu at gera hetta, skuldu tær verða hildnar aftur alt vikuskiftið og verða ákærdar eftir ''Public Law and Security Act''. Allar kvinnurnar, harav fleiri vóru eldri ella skaddar ella høvdu pinkubørn við sær, játtaðu at rinda bøturnar. Enn einaferð bleiv ''Miscellaneous Offences Act'' nýtt til at fáa fólk at játta seg sek og til at lógliggera tilvildarligar handtøkur, og at fólk tilvildarliga verða hildin aftur.
 
Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum. Harðskapur móti kvinnum verður mangan ikki fráboðaður, tí kvinnurnar skammast ella vænta, at eingin trýr teimum, ella tora tær ikki, tí kanska verða tær tá fyri uppaftur meira harðskapi <ref>http://www.state.gov/g/drl/rls/hrrpt/2005/61600.htm</ref>.
 
==== Samkynd ====