Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Content deleted Content added
s flutti Regiónir upp til Politikkur
útbúgvingar, týddi tekstin úr donsku wp-greinini um Danmark
Linja 168:
 
Skógi er ikki nógv til av longur í Danmark, 1/10 partur av landinum, rokna teir við. Mest eru tað bókaskógir. Av [[dýr]]um, sum liva í skógunum, skulu vit nevna [[hjørtir]], [[revar]] og [[Grevlingur|grevlingar]]. Bøurin í Danmark er fyri tað mesta frálíka góður, og so slætt er lendið, at 3/4 av landinum er akur ella ong. Besta jørðin er á oyggjunum og í eystara parti av [[Jútland]]i; har er mest leirmold, og hon ber betri korn enn sandmoldin. Eingirnar eru mest í lægdum ella fram við áunum, summar hava teir bara til beiti, men summar verða slignar. Fram við vesturstrondini av [[Jútland|Suðurjútlandi]] er landið ógvuliga slætt og so lágt, at teir mugu hava gjørt langar verjugarðar móti havinum; hetta rópa teir marsk. Hann er frálíka grasgóður og besta beiti.
 
== Útbúgvingar ==
Útbúgvingar í Danmark eru atkomuligar fyri allir borgarar í ríkinum. Fíggingin fer fram umvegis skatt og egingjøld. Tað eru umleið 1500 fólkaskúlar í Danmark. Sambært §76 í grundlógini so er tað ikki talan um skúlaskyldu í Danmark, men um undirvísingarskyldu<ref name='LOV nr 169 af 05/06/1953'> {{cite web | url = https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=45902#K8 | title = Danmarks Riges Grundlov | accessdate = 2014-02-25 | date = 1953-06-05 | publisher = retsinformation.dk}}</ref>. Tað merkir, at øll skulu hava undirvísing frá 0-9. flokk. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august tað árið, ið barnið fyllir 6 ár. Foreldur kunnu velja ímillum fólkaskúlan, privatskúlar og heimaundirvísing.<ref>[http://www.skole-foraeldre.dk/Skolebestyrelse/SkolebestyrelsensOpslagsbog/Undervisningspligt.aspx Undervisningspligt] Heintað 25. mai 2013.</ref> Síðan er møguleiki fyri at næmingurin kann ganga í 10. flokki, taka eina vinnuútbúgving ella eina miðnámsskúlaútbúgving (gymnasiala útbúgving). Eftir tað verður eitt stórt úrval av ymiskum útbúgvingum útbjóðaðar á ymiskum støði og innan ymiskar vinnur.
 
Tað eru otta fróðskaparsetur í Danmark, harav tað elsta er [[Københavns Universitet]]. Harumframt eru [[Aarhus Universitet]], [[Syddansk Universitet]], [[Aalborg Universitet]] og [[Roskilde Universitet]] ið øll hava fleiri fakultet, og harafturat eru [[Danmarks Tekniske Universitet]], [[Copenhagen Business School]] og [[IT-Universitetið í Keypmannahavn]], ið hava eitt fakultet.
Professiónsháskúlar ella sonevnd university colleges eru at finna kring alt landið, umframt útbúgvingarstovnar innan tónleik, list og arkitektur.
 
== Keldur ==