Munurin millum rættingarnar hjá "Alexander Dale Oen"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Reykjavík International Games 2009 (3207964002).jpg|250px|thumbnail|Alexander Dale Oen í 2009.]]
'''Alexander Dale Oen''' (føddur [[21. mai]] [[1985]] í [[Øygarden]], [[Noreg]], deyður [[30. apríl]] [[2012]] í [[Flagstaff]], [[Arizona]], [[USA]] var norskur elitusvimjari. Hann var serliga dugnaligur í bringusvimjing. Hann var fyrsti norðmaður, sum svam 100 metrar bringurbringu undir ein minutt, tað hendi í 2005, tá setti hann eisini [[Norðurlendsk met í svimjing|norðurlendkst met]]. Hann var eisini fyrsti norðmaður, sum vann EM gull í svimjing. Á Olympisku Leikunum 2008 í Bejing gjørdist hann fyrsti norðmaður, ið vann heiðursmerki í svimjing, tá hann vann silvur í 100 m bringu. Hann vann EM á langbana í 100 m bringu í 2008 og silvur í 50 og 200 m bringu. Hann vann EM gull í 100 m bringu í 2006. Í 2011 gjørdist hann [[HM í svimjing 2011|heimsmeistari í 100 metrum bringu]]. Samstundis sum HM kappingin var í Shanghai, fór ein ræðulig hending fram í Noregi, tá Anders Breivik framdi hópdráp móti ungum norðmonnum, sum vóru á Utøya, og brast eina bumbu í [[Oslo]]. Tá Alexander vann heimsmeistaraheitið, peikaði hann á norska flaggið, sum var á svimjihúgvu hansara, hann segði aftaná, at hetta gjørdi hann fyri at minnast tey, sum doyðu á Utøya og í Oslo í yvirgangsatsóknini heima í Noregi. Evropeiska Svimjisambandið gav honum heiðurin "Besti mannligi svimjarin í [[Evropa]]" í 2011. Alexander Dale Oen var til hæddarvenjing í Arizona, tá hann bráddliga doyði.
Alexander Dale Oen varð størsta OL vónin hjá Noregi um at vinna OL heiðursmerki til Noreg til OL 2012 í [[London]].
Alexander var ikki sjúkur áðrenn hann doyði, hann hevði bara havt nakað av pínu í økslini, men hann hevði fingið viðgerð fyri tað, og tað gekk framá. Hann tosaði í telefon við familjuna umvegis internetið við Skypa stutt áðrenn hann varð funnin deyður á baðirúminum. Hann lá partvís á gólvinum og lutvís á kantinum á baðikarinum, tá svimjivinir hansara funnu hann klokkan 19.50 lokala tíð.<ref>[http://sport.aftenposten.no/sport/svomming/article234619.ece Sport.aftenposten.no, Svømmeren Alexander Dale Oen er død]</ref> OL-læknin hjá norska svimjilandsliðnum kom alt fyri eitt á staðið og royndi at fáa lív í hann aftur við at geva honum hjarta/lunga 1. hjálp, men uttan úrslit. Hann bleiv síðan koyrdur á sjúkrahús, har tað klokkan 21 lokala tíð varð staðfest, at hann varð deyður.<ref>[http://sport.aftenposten.no/sport/svomming/article234622.ece Sport.aftenposten.no, Svømmeforbundet er i sjokk etter at Alexander Dale Oen brått døde]</ref>