Munurin millum rættingarnar hjá "16. januar"

Content deleted Content added
dagføring
Linja 9:
* [[2015]] - Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda [[2. november]] [[2012]], er nú av. Tað vóru [[Steintór Rasmussen]] og [[Teitur Lassen]], ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
* [[2015]] - [[Mentanarvirðisløn Landsins|Mentanarvirðislønir Landsins]], sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, í staðin orsakað av óveðri, vóru handaðar 16. januar á samkomu í Deplinum í Skálavík. [[Tórbjørn Olsen]], listamálari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins, [[Tey av Kamarinum]] fingu Heiðursgávu landsins, [[Mathias Kapnas]], tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. [[Oddvør Johansen]], rithøvundur og [[Katrin Ottarsdóttir]], filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
* [[2015]] - Landsstýrismaðurin í mentamálum, [[Bjørn Kalsø]], kunngjørdi, at orðabøkur [[Sprotin|Sprotans]] nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta. Fleiri mótmælistiltøk vóru í samband við, at føroyskir næmingar, ið áðrenn 1. januar 2015 høvdu ókeypis atgongd til orðabøkur Sprotans, mistu henda møgulleikan frá 1. januar 2015 og til ein loysn varð funnin í dag. Eitt nú høvdu studentaskúlanæmingar í Hoydølum og Suðuroynni trappuverkfall nakrir dagar frammanundan, og næmingar frá framhaldsdeildini í Eysturskúlanum í Havn handaðu eitt mótmælisskriv til [[Heðin Mortensen]], borgarstjóra, sum lovaði, at ein loysn fór at vera funnin, tó ikki bara fyri næmingar í Havn men fyri allir føroyingar og eisini fyri útlendingar kring allan heimin.
</onlyinclude>