Content deleted Content added
Skótin (kjak | íkøst)
Linja 11:
Hey Eileen! Hetta mást tú virkiliga orsaka. Eg má viðganga at eg slett ikki havi hugsað at at leinkja greinarnar til onnur mál, og tí er tað nokk aldrin komið fyri. Eg skal leggja mær tað í geyma til næstu ferð. :) Takk fyri rósið viðvíkjandi James Dean. Greinin var nógv arbeiði, sum eg fór frá og kom til aftur fleiri ferðir áðrenn eg goymdi hana, so eitt herðarklapp følist væl beint nú. ;)
Annars ein spurning. Hvussu fært tú tey lítlu fløggini at standa fyri framman eitt land í eini grein? Havi roynt at leitað, men finni tað ongastaðni. Heilsan Skótin.
 
:Hey aftur. Um tú t.d. ynskir at vísa tað íslendska flaggið, so velir tú hesar klombrurnar <nowiki>{{}}</nowiki> og skrivar Flag|Ísland inn í tær, so fært tú: {{Flag|Ísland}}
: Minst til at navnið á landinum skal vera á føroyskum. Um tú bert ynskir flaggið og ikki navnið á landinum, so skrivar tú flagicon ístaðin fyri flag inn í klombrurnar: <nowiki>{{Flagicon|Ísland}}</nowiki> so fær tú bara flaggið: {{Flagicon|Ísland}}
: Ella tað føroyska Merkið <nowiki>{{Flagicon|Føroyar}}</nowiki>: {{Flagicon|Føroyar}} . Vinarliga [[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|talk]]) 16. jan 2015 kl. 23:11 (UTC)