Content deleted Content added
Skótin (kjak | íkøst)
Linja 8:
 
Hey Skótin. Takk fyri tíni ískoyti, super, flott arbeiði! Tað sum eg vil gera vart við er tað, at tú sum oftast gloymir at leinkja síðurnar ið tú upprættar við aðrar síður á øðrum Wikipedium. Tú kennir væl til Wikidata, og hvussu man leinkjar síðurnar til aðrar verkætlanir? Um ikki, so finnur tú til vinstru fyri greinina, t.d. hasa ið tú nú hevur upprættað [[Ísland í Eurovision Song Contest]], har stendur "Other languages" og so undir har stendur "Add links" og ein blýantur sæst. Trýst á har, so kemur ein dialogkassi fram, og har skalt tú so t.d. skriva en í Language, so kemur enwiki at standa har, og í næsta teigin skrivar tú so enska heitið á greinini, um hon altso finst. Síðan trýstir tú á Link with page. Eg havi gjørt tað fyri teg fleiri ferðir, men best um tú gert tað sjálv, annars kanst tú risikera, at tað als ikki verður gjørt. Og tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt :) Hatta var forrestin ein sera góð og long grein um James Dean, ið tú skrivaði!! Vinarliga [[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|talk]]) 16. jan 2015 kl. 09:21 (UTC)
 
Hey Eileen! Hetta mást tú virkiliga orsaka. Eg má viðganga at eg slett ikki havi hugsað at at leinkja greinarnar til onnur mál, og tí er tað nokk aldrin komið fyri. Eg skal leggja mær tað í geyma til næstu ferð. :) Takk fyri rósið viðvíkjandi James Dean. Greinin var nógv arbeiði, sum eg fór frá og kom til aftur fleiri ferðir áðrenn eg goymdi hana, so eitt herðarklapp følist væl beint nú. ;)
Annars ein spurning. Hvussu fært tú tey lítlu fløggini at standa fyri framman eitt land í eini grein? Havi roynt at leitað, men finni tað ongastaðni. Heilsan Skótin.