Content deleted Content added
Linja 4:
 
Hey Skótin. Gott at síggja at tú ert virkin her! Eg havi líka ein spurning um tey føroysku heitini á greinini ið tú upprættaði um Disney Classics filmarnar. Hevur tú funnið uppá hasi heitni ella hvar koma tey frá? Eg havi googla eftir hasum trimum sum eg nevndi í yvirskriftini, eg finni onki úrslit tá eg leiti eftir "bjargaranir" og bara íslendsk tá eg leiti eftir Undraland. Tað ljóðar sum vánaligt føroysk, haldi eg. Ikki at eg eri nakar ekspertur, geri eisini feilir og nýti onkuntíð danismur. Men tá vit velja at týða eitt enskt heiti á einum filmi til føroyskt, so skal tað helst vera so rætt sum gjørligt, og um onki heit finst á føroyskum, so haldi eg at tað er betri at nýta tað enska. Eg havi havt nógv stríð av einum útlendingi ið elskar Disney, er "besettur" nærmæst, og rættar í tíð og ótíð a greinum um Disney filmar. Viðkomandi er blivin sperraður á fleiri wikipeduim, men nýtir nú bara skiftandi ip adressur. Eg hopi at tú vil hjálpa við til at rudda upp eftir hesum brúkarabum. Hann ella hon hevur longu gjørt eina rúgvu av rættingum í greinum um Disney filmar, síðan tú upprættaði hasa, og setir tey føroysku heitini ið tú hevur brúkt inn á hinar greinarnar. Vinarlig heilsan og halt endiliga áfram við tí góða arbeiðnum her. [[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|talk]]) 2. des 2014 kl. 21:59 (UTC)
 
== Leinkja til onnur mál ==
 
Hey Skótin. Takk fyri tíni ískoyti, super, flott arbeiði! Tað sum eg vil gera vart við er tað, at tú sum oftast gloymir at leinkja síðurnar ið tú upprættar við aðrar síður á øðrum Wikipedium. Tú kennir væl til Wikidata, og hvussu man leinkjar síðurnar til aðrar verkætlanir? Um ikki, so finnur tú til vinstru fyri greinina, t.d. hasa ið tú nú hevur upprættað [[Ísland í Eurovision Song Contest]], har stendur "Other languages" og so undir har stendur "Add links" og ein blýantur sæst. Trýst á har, so kemur ein dialogkassi fram, og har skalt tú so t.d. skriva en í Language, so kemur enwiki at standa har, og í næsta teigin skrivar tú so enska heitið á greinini, um hon altso finst. Síðan trýstir tú á Link with page. Eg havi gjørt tað fyri teg fleiri ferðir, men best um tú gert tað sjálv, annars kanst tú risikera, at tað als ikki verður gjørt. Og tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt :) Hatta var forrestin ein sera góð og long grein um James Dean, ið tú skrivaði!! Vinarliga [[Brúkari:EileenSanda|EileenSanda]] ([[Brúkarakjak:EileenSanda|talk]]) 16. jan 2015 kl. 09:21 (UTC)