Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska krónan"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
MGA73 (kjak | íkøst)
→‎Søgan um føroysku krónuna: 10-Färöische-Kronen-provisorisch-1940-Vorderseite.jpg
Linja 7:
 
== Søgan um føroysku krónuna ==
[[Mynd:10 Faroese krona -Färöische-Kronen-provisorisch-1940 front-Vorderseite.jpg|thumb|left|250px|Tíggju krónur juni 1940, stemplaðir av Amtinum.]]
[[Mynd:10 Faroese krona 1954 front.jpg|thumb|right|250px|Tíggju krónur eftir [[1949]].]]
Undir [[Seinni heimsbardagi|seinna heimabardaga]] varð sjálvstøðug føroysk króna stovnsett. Føroyska krónan varð við lóg ásett at vera 1/20 av enska pundinum. Hesi bæði [[Gjaldoyra|gjaldoyruni]] vóru tá í einari sonevndari ''Currency board''-skipan, sum merkir, at tvey gjaldoyru ella fleiri eru sett beinleiðis í lutfall til hvørt annað. Minkar eitt í virði, so minkar hitt ella hini við. Orsøkin til stovnanina av føroysku krónuni var týska hersetingin av [[Danmark]]. Í Føroyum hildu danskir myndugleikar formliga fram at vera til. Sambært føroyskari løgfrøði varð Danmark ongantíð hersett, men flutt í Amtmansborgina í [[Tórshavn|Havn]]. Amtmaður umsat so at siga alt, sum danskir myndugleikar undan honum høvdu gjørt. Tí varð krónan ikki avtikin, hon helt fram at vera til, óheft av veruligu donsku krónini.
 
Í fyrstu atløgu fingu danskir seðlar eitt stempul frá amtmanni, sum segði frá, at seðilin bara var galdandi í Føroyum. Seinni vóru tó serligir seðlar prentaðir og myntir slignir til føroyska nýtslu. Hesir nýggju føroysku pengarnir vórðu framleiddir í [[Ongland]]i. Føroyska gjaldoyrað varð verandi soleiðis líka til [[1949]], hóast seinni heimsbardagi endaði í [[1945]]. Heimastýrisskipanin kom ikki í gildi fyrr enn í [[1948]], og ikki fyrr enn eftir hetta varð føroyska krónan broytt til tað, hon er í dag. [[12. apríl]] [[1949]] kom lóg í gildi, sum ásetir, at Føroyar hava egið gjaldoyra, sum eitur ein króna. Og lutfallið millum føroysku og donsku krónuna er 1 króna = 1 krone. Í lógini verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum. Lógin hevur gildi enn. Tí er, sambært lóg, einasta lógliga gjaldoyra í Føroyum hin føroyska krónan (og danskir myntir), sum tó hevur sama virði sum hin danska.
 
== Sí eisini ==