Munurin millum rættingarnar hjá "Vigdís Finnbogadóttir"

7.497 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
(Stovnaði síðu við "'''Vigdís Finnbogadóttir''', fødd 15. apríl 1930, er íslenskur UNESCO Ambassadør, og fyrrverandi forseti Íslands. Hon var forseti frá 1980 - 1996, og var fyrsta kv...")
 
No edit summary
[[Mynd:Vigdis Finnbogadottir (1985).jpg|thumb|Vigdís Finnbogadóttir]]
'''Vigdís Finnbogadóttir''', fødd 15. apríl 1930, er íslenskur UNESCO Ambassadør, og fyrrverandi forseti Íslands. Hon var forseti frá 1980 - 1996, og var fyrsta kvinna í heimunum, at verða vald forseti í demokratiskari valskipan. Hon eigur eisini metið, at vera tann kvinnan sum í longst samanhangandi tíðarskeið, hevur virkað sum leiðari av einum landi ella ríki.
 
'''Vigdís Louise Finnbogadóttir''', fødd [[15. apríl]] [[1930]] í [[Reykjavík]], [[Ísland|Íslandi]], er íslenskuríslendskur [[UNESCO]] Ambassadør, og fyrrverandifjórði forseti Íslands. Hon var forseti frá [[1980]] - [[1996]], og var fyrsta kvinna í heimunum, at verða vald forseti í demokratiskari valskipan. Hon eigur eisini metið, at vera tann kvinnan sum í longst samanhangandi tíðarskeið, hevur virkað sum leiðari av einum landi ella ríki.
 
== Lívsleið ==
Vigdís var fødd í Reykjavík tann [[15. apríl]] [[1930]]. Pápi hennara var Finnbogi Rútur Þorvaldsson, professari við Háskúla Íslands, og mamma hennara var Sigríður Eiríksdóttir, sjúkrasystir. Vigdís vaks upp í húsi saman við beiggja sínum, foreldrum og ommu og abba.
 
Vigdís fekk prógv frá miðnámskúlanum ''Menntaskólinn í Reykjavík'' í [[1949]]. Aftaná miðnámskúlaprógvið fór hon til Fraklands á undir víðari lesnað, og las hon franskt og franskan litturatur, bæði í [[Sorbonne]] háskúlanum og í [[Grenoble]] frá [[1949]] - [[1953]]. Síðani fór Vigdís til Keypmannahavnar har hon las teatur við háskúlan í Keypmannahavn. Aftaná at hava vent nøsini aftur til Íslands, las hon uppaftur víðari og fekk BA grad í fronskum og enskum í Háskúla Íslands.
 
Í [[1960-árini|1960-árunum]] og [[1970-árini|1970-árunum]], var Vigdís ein dyggur mótstandari av amerikansku herbasuni í [[Keflavík]], og luttók hon í fleiri mótmælisgongum og tiltøkum. Hvørt ár gingu fleiri hundrað, og onkuntíð túsund mans, tann 50 km langa teinin frá Reykjavík til Keflavíkar, ímeðan tey róptu: "Ísland úr NATO - Herin burt".
 
Vigdís giftist einum lækna í [[1954]], men hjúnarbandið helt ikki, og tey vórðu skild í [[1963]]. Vigdís hevði altíð havt ynski um at fingið børn, og bleiv tann dreymurin til veruleika, tá hon, sum 41 ára gomul, tann [[18. oktober]] [[1972]], fekk eitt vakurt gentubarn í favnin. Vigdis var tann fyrsta einliga kvinna í Íslandi, ið fekk loyvi at adoptera barn, og gleðin var stór.
 
== Forseti Íslands ==
Javnstøðubardagin hevði verið ein langur kampur hjá kvinnum í Íslandi. Altjóða kvinnuárið í [[1975]], fingu íslenskar kvinnur øll eygu á seg, tá 90% av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum fóru í verkfall, fyri at vísa at tær vóru líka nógv verdar sum mennirnir, og mótmæla at tær ikki vóru virðismettar á arbeiðsmarknaðinum.
 
So tá tað nærkaðist forsetavali í [[1980]], vóru kvinnurnar sera fokuseraðar uppá at fáa eina kvinnu valda. Eftir nógva yvirtaling, valdi Vigdís at stilla upp ímóti trimum mannligum valevnum. Nógv vildu vera við at ein ein kona, og ikki minst ein skild, einlig mamma, onki hevði at gera í forseta embæti. Hetta brúktu mótstandarar hennara nógv í móti Vigdís í kjaksendingum. Hon vann tó valið við 33.6% av atkvøðum, við bert einum og einum hálvum prosenti meir enn nummar tvey, ið fekk 32.1%. Íslendingar vóru, og eru enn, sera stoltir av hesum vali, og hevði tað við sær at fleiri kvinnur fingu styrkina til at stilla upp í politikki,
 
Vigdís stillaði uppaftur 3 ferðir. Fyrstu ferð í [[1984]], tá ongin stillaði upp ímóti henni. Í [[1988]], tá ein onnur kvinna stillaði upp ímótir henni. Vigdís vann tað valið við 92% av atkvøðunum. Vigdís stillaði upp fyri síðstu ferð í [[1992]], og var tá aftur ongin mótstøða, og hon av tí grund endurvald. Í nýggjársrøðu síni í januar 1996, boðaði Vigdís frá at hon ikki stillaði uppaftur til forsetaval.
 
Hon var ein sera væl umtókt sum forseti, og vóru hjartamál hennara støðan hjá kvinnum í samfelagnum, at verja íslenska tungu, og røkta land og tjóð.
 
Sum forseti vildi Vigdís ikki bert vera ein kransakakufigurur. Hon tók ein aktivan part í umhvørvismálum, bardist fyri at verja um íslenska málið og kulturin, og virkaði sum ein kultur ambassadør, ið var betri enn nøkur lýsingarherferð fyri íslendsku tjóðina. Hon tosaði ofta um týdningin smáar tjóðir hava, og var vertur fyri kritiska fundin ímillum [[Ronald Reagan]] og [[Mikhail Gorbachev]] í [[1986]]. Ein týdningarmikil fundur, ið var byrjanin til endan á kalda krígnum.
 
Vigdís legði stóran dent á at ungar kvinnur skuldu útbúgva seg, og var ein stór fyrimynd hjá ungum gentum og kvinnum.<ref>Torild Skard (2014) 'Vigdís Finnbogadóttir' 'Women of power - half a century of female presidents and prime ministers worldwide. Bristol: Policy Press ISBN 978-1-44731-578-0</ref>
 
== Lívið aftaná forsetasessin ==
Vigdís gavst sum forseti í [[1996]], eftir 16 ár í starvinum. Skilnaðurin ímillum hana og tjóðina gekk væl, og var íslenska tjóðin sera takksom fyri størv hennara og kærleika.
 
Vigdís hevur síðani [[1998]] verið [[UNESCO]] ambassadør av málum, og hevur hon starvast nógv bæði í Íslandi og uttanlanda, fyri at verja um móðurmál. Í dag ([[2015]]) er Vigdís vorðin ein eldri dama, men tað forðar henni ikki, og áhugamálini ið fylla mest í dagligdegnum eru: konsertir, bøkur, biograftúrar og serliga at fara ein túr í sjónleikarahús. Hon er glað fyri tað lívið hevur givið henni, og roynir at liva lívið livandi, og nýta tað so longi hon kann.
 
== Viðurkenningar ==
 
=== Íslenskar viðurkenningar ===
* Grand Cross with Collar of the Order of the Falcon
 
=== Altjóða viðurkenningar ===
* Denmark: Knight of the Order of the Elephant ([[25. februar]] [[1981]])
* Noreg: Knight Grand Cross with Collar of the Order of St. Olav
* Svøríki: Knight of the Royal Order of the Seraphim ([[8. oktober]] [[1981]])
* Finnland: Knight Grand Cross with Collar of the Order of the White Rose
* Italia: Knight Grand Cross with Grand Cordon of the Order of Merit of the Italian Republic ([[5. oktober]] [[1987]])
* Niðurlond: Knight Grand Cross of the Order of the Netherlands Lion ([[juni]] [[1994]])
 
=== Heiðurs gradur ===
Vigdís hevur fingið heiðursgradur frá hesum háskúlum (universitetum):
* University of Grenoble, Frakland ([[1985]])
* University of Bordeaux, Frakland ([[1987]])
* Smith College, U.S.A ([[1988]])
* Luther College, U.S.A.([[1989]])
* University of Manitoba, Kanada ([[1989]])
* University of Nottingham, England ([[1990]])
* University of Tampere, Finnland ([[1990]])
* University of Gothenburg, Svøríki ([[1990]])
* The Gakushuin University in Tokyo, Japan ([[1991]])
* University of Miami, U.S.A ([[1993]])
* University of Trondeim, Noreg ([[1993]])
* St. Mary's University in Halifax, Kanada ([[1996]])
* University of Leeds, England ([[1996]])
* Memorial University of Newfoundland, Kanada ([[1997]])
* University of Guelph, Kanada ([[1998]])
* Háskúli Íslands, Ísland ([[2000]])
Vigdís er eisini limur í Club of Madrid<ref>http://www.clubmadrid.org/</ref>, ein non-profit felagskapur, samansettur av 81 fyrrverandi forsetum og forsætisráðharrum frá 57 ymiskum londum.
 
== Útvortis leinkjur ==
[http://english.forseti.is/FormerPresidents/VigdisFinnbogadottir/ Vigdís Finnbogadóttir] á forseti.is (enskt)
 
== Aðrar keldur nýttar í greinini ==
* Gunnar Karlsson og Sigurður Ragnarsson. 2006. ''Nýir tímar. Saga Íslands og umheimsins frá lokum 18. aldar til árþúsundamóta.'' Mál og menning, Reykjavík.
* Páll Valsson. 2009. ''Vigdís. Kona verður forseti.'' JPV útgáfa, Reykjavík.
* Pálmi Jónasson. 1994. Æviágrip Vigdísar Finnbogadóttur. ''Pressan'' 12:6.
* [http://www.forseti.is/Fyrriforsetar/VigdisFinnbogadottir/ Vigdís Finnbogadóttir] á forseti.is (íslenskt)
* [http://www.vigdis.is/ Heimasíða Vigdísar] (íslenskt)
 
[[Bólkur:Íslendskir politikarar]]
[[Bólkur:Íslendskir forsetar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1930]]
[[Bólkur:UNESCO ambassadørar]]
[[Bólkur:Kvinnuligir statsleiðarar]]
927

rættingar