Munurin millum rættingarnar hjá "Múli"

Content deleted Content added
MGA73 (kjak | íkøst)
→‎Keldulisti: {{Commonscat|Múli}}
Linja 30:
 
=== Hanus ===
[[Mynd:Múli3MULI3 1~1.jpgJPG|thumb|left|220px|Úthús og húsdjór í Múla í 2008.]]
Í eldri tíðum skuldi ein av húsabóndunum, ið æt Hanus, vera sera hegnigur. <ref>Andreas Weihe. 1933. Søga og søgn.</ref> Hann var ein av [[Føroya]] bestu monnum, bæði sum bóndi, útróðrarmaður og smiður. Men hansara ídni til alt slíkt førdi við sær, at hann ikki virdi seg sjálvan at vera minni, enn hann var. Teir, ið øvundaðust inn á hann, eyknevndu hann Óða Hanus. Í hansara tíð gjørdu fólk lítið av at hava nógvan [[Gjaldoyra|pening]] við, tá ið tey fóru til handils; men javnliga var tað troyggjur, hosur, lýsi, stokkfiskur og tálg og tílíkt, ið brúkt varð í staðin fyri pening. Hanus legði stóran dent á, at hann hevði mest av hesum lutum við sær, tá ið húsamenn fóru til handils. Einaferð hann saman við bygdarmonnum var á handilsferð til [[Havn]]ar, varð tosað mann og mann ímillum um mangt og hvat. Og at enda kom upp í tosið, hvør av bátsskipanini ið mundi hava virkað flestar lutir til hesa ferð. Her fekk Hanus at frætta, at ein annar í ferðalagnum hevði ein part av hosupørum meira enn hann. Illsinni spann í hann, og meðan báturin fór fram við [[Lambavík]], tveitti hann øll síni hosupør yvir borð.