Munurin millum rættingarnar hjá "Vinnuháskúlin"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "Vinnuháskúlin er ein skúli í Tórshavn. == Søgan == Skipararnir Jens Mohr og Jens í Dali vóru teir fyrstu, sum fóru at hava skiparaskúlar í Føroyum. Tað v..."
 
No edit summary
Linja 1:
''Vinnuháskúlin'' er ein skúli í [[Tórshavn]].
 
== Søgan ==
Linja 10:
Í 1929 var motorpassaraskúli settur á stovn sum deild undir sjómansskúlanum, og tá ið hann eisini skuldi húsast undir somu lon, sigur tað seg sjálvt, at tað mangan var trongligt – ja, so trongt, at skúlastjórin mátti javnan nokta monnum at koma á skúlabonk.
Eftir at hava verið sjómansskúlalærari í Danmark í 20 ár flutti Fischer Heinesen heim til Føroya í 1947, og sama heystið fór hann at hava skiparaskúla um kvøldarnar í kommunala skúlanum í [[Klaksvík]]. Fischeri lá frammarlaga at læra menn at nýta radiotelefonina, og longu annan veturin gingu bæði skiparar og longdarmenn í skúla. Klaksvíkar Sjómansskúli fekk egin høli í 1971, men var privatur til 1975, tá ið hann fór undir landið. Umframt skiparar og kokkar lærdu teir áður eisini stýrimenn og fjarritarar.
Fyrsti skipsføraraflokkurin byrjaði á Føroya Sjómansskúla á heysti 1962, og á vári 1963, stóðu fyrstu skipsførararnir prógv. Lestrartíðin var umleið seks mánaðir, og staðið stýrimansprógv gav atgongd til hesa útbúgving. Men sum árini gingu, legðist meira og meira afturat skipsføraralæruni, so at skeiðið í 1973 var longt til eitt ár. Í 1986 hevði lógarbroyting við sær, at stýrimans- og skipsføraralæran vórðu lagdar saman í eina 3 ára skipsføraraútbúgving. Seinastu stýrimenninir tóku prógv á sumri 1987.
Skipara- og skipsføraralærurnar vóru fram til 1992 tvær útbúgvingar. Fyrra ætlað skiparum og bestumonnum á fiskiskipum, seinna yvirmonnum á farma- og ferðafólkaskipum. Men hetta árið kom í gildi sonevnd modulskipan, og útbúgvingarnar vórðu skipaðar í ein framhaldandi lestur, soleiðis at skiparaprógvið skal standast á leiðini til skipsføraraprógv. Teir, sum ikki ætla sær longri enn til skipara, gevast sjálvsagt, tá ið teir hava staðið hetta prógv.
Sjómansskúlin flutti í núverandi høli við ársbyrjan 1962, og í 1997 varð farið undir umfatandi út- og umbygging, sum var liðug á heysti 2000. Í apríl 2004 boðaði landsstýrismaðurin við skúlamálum frá, at Maskinmeistaraskúlin og Føroya Sjómansskúli skuldu leggjast saman í ein stovn, og [[1. august]] sama ár var felags stjóri settur – [[Hans Johannes á Brúgv]]. Á nýggjárinum [[2005]] vóru skúlarnir formelt lagdir saman og eftir summarfrítíðina veruliga lagdir saman.<ref>[http://www.vh.fo/default.asp?menu=253 vh.fo]</ref>
 
== Keldur ==