Munurin millum rættingarnar hjá "Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo"

Content deleted Content added
No edit summary
→‎Hendingin: dagføring
Linja 6:
 
Um morgunin hin [[9. januar]] 2015 frættist um tveir persónar við automatvápnum, sum skutu í franska býnum [[Dammartin-en-Goële]], ið liggur umleið 50 km í ein landnyrðin [[Paris]] og 12 kilometrar frá [[Aéroport Paris-Charles de Gaulle|Charles De Gaulle flogvøllinum]], har tvey flogfør ikki sluppu at lenda orsakað av kreppustøðuni og av tí at har vóru tyrlur í luftini yvir býnum Dammartin-en-Goële.<ref>[http://jyllands-posten.dk/international/europa/ECE7346815/Rapporter-om-gidseltagning-i-det-nord%C3%B8stlige-Paris/ jyllands-posten.dk - Rapporter om gidseltagning i det nordøstlige Paris]</ref> Útsjóndin á teimum báðum monnunum, ið skutu, svaraði til brøðurnir, ið vóru undir illgruna fyri yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo, ið fór fram tveir dagar áðrenn. Yvirgangsmenninir tóku ein gíðla, hildið var at talan var um eina kvinnu, og so stongdu teir seg inni í einari fyritøku í vinnuøkinum í býnum.<ref>[http://politiken.dk/udland/ECE2505785/terrorjagt-nye-skyderier-i-fransk-landsby/ politiken.dk - Terrorjagt: Nye skyderier i fransk landsby. Skrivað hin 9. januar 2015 av Søren Astrup.] Heintað 9. januar 2015.</ref> Fleiri tyrlur frá løgregluni vóru í luftini yvir økin, har ið yvirgangsmenninir hildu til. Løgreglan var í samráðingum við gíslatakarnar.<ref>[http://politiken.dk/udland/int_europa/ECE2505966/franske-medier-politiet-forhandler-med-gidselstagere/ politiken.dk - Franske medier: Politiet forhandler med gidselstagere. Skrivað 9. januar 2015 av Søren Astrup.] Heintað 9. januar 2015.</ref>
 
Samstundis sum fjølmiðlarnir vóru upptknir av gíðslatøkuni norðanfyri Paris, har báðir Kouachi-beiggjarnir vóru, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið móti Charlie Hebdo, fór ein onnur gíðslatøka fram í eystara parti av Paris, har ein afrikanskur yvirgangsmaður, Amedy Coulibaly, ið var undir illgruna fyri at hava dripið ein franskan kvinnuligan politist dagin fyri, hin 8. januar, hevði tikið fleiri fólk sum gíðslar í einum jødiskum kosher handli í Porte de Vincennes.<ref>[http://jyllands-posten.dk/international/europa/ECE7347555/Ny-gidseltagning-i-j%C3%B8disk-supermarked-i-Paris/ jyllands-posten.dk - Ny gidseltagning i jødisk supermarked i Paris]</ref> Báðar hendingarnar við gíðslatøkunum høvdu samband hvør við aðra, boðaði tíðindastovan Ritzau frá.<ref>[http://jyllands-posten.dk/international/europa/ECE7348106/Frankrig-Klar-sammenh%C3%A6ng-mellem-to-gidseltagninger/ jyllands-posten.dk - Frankrig: Klar sammenhæng mellem to gidseltagninger]</ref> Supermarked-gíðslaránarin hótti við at drepa gíðslarnar, um løgreglan fór at storma Kouachi-beiggjarnar.<ref>[http://politiken.dk/udland/ECE2506882/supermarked-gidseltager-jeg-draeber-gidslerne-hvis-i-stormer-kouachi-broedrene/ politiken.dk - Supermarked-gidseltager: Jeg dræber gidslerne, hvis I stormer Kouachi-brødrene]</ref>
Stutt fyri klokkan 16 føroyska tíð<ref>[http://politiken.dk/udland/ECE2506934/fransk-militaer-angriber-kouachi-broedre-nord-for-paris/ politiken.dk - Fransk militær angriber Kouachi-brødre nord for Paris]</ref> vóru fleiri eksplosiónir í bygninginum, har ið báðir Kouachi-brøðurnir vóru og umleið 15-20 minuttir seinni, vóru eksplosiónir og skot í kosher-handlinum. Fýra gíðslar í kosher-handlinum lótu lív, hinir gíðslarnir vóru bjargaðir. Allir tríggir gíðslaránarnir lótu lív.<ref>[http://ekstrabladet.dk/112/fire-gidsler-meldes-draebt-i-supermarked-i-paris/5391297 ekstrabladet.dk - Fire gidsler meldes dræbt i supermarked i Paris]</ref>
 
=== Offur ===