Munurin millum rættingarnar hjá "Sisilia"

Content deleted Content added
sNo edit summary
SurdusVII (kjak | íkøst)
+ort +fix +cat +img +portwiki
Linja 11:
}}
 
'''Sisilia''' (á italskum '''Sicilia'''; á sikilskum '''Sicìlia''') er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í [[Italia]]. Gamla [[Norrønt mál|norrøna]] navnið á oynni er '''Sikilsoy'''. 
Sisilia er eitt sindur størri enn [[Sardinia]], og har búgva fimm milliónir av fólki. Beint sunnan fyri Sisilia er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið [[Malta]]. 

Inni á oynni er fjallalendi, og har býr ikki so nógv fólk, fram við strondini er slættari, og har býr mesta fólkið. Sisilia er í miðal hægsta oyggj í Italia; Sisilia og Sardinia eru báðar høgar oyggjar. Veðurlagið er heitt, sólin sær næstan hvønn dag, um summarið er nakað turrligt, men ikki brekar grøðini, tí stríðar áir renna oman av fjøllunum, og bøndurnir hava veitt tær til bøin. Tey dyrka bæði [[rís]], [[vín]], [[hveiti]] og bummull. Men gitnast er oyggin fyri sitrónir og appilsinur, øll norður- og eysturstrondin er teir beru fruktgarðar. Fólkið livir mest av jørðini, tey hava t.d. stórar hveitiakrar. Á Sisilia er ofta jarðskjálvti, og har er gosfjallið [[Etna]], sum ofta ger stóran skaða. Á Sisilia er ikki sjáldan nógv fólk deytt, tá ið so hevur borið á.
 
[[Bólkur:Oyggjar]]