Munurin millum rættingarnar hjá "Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo"

Content deleted Content added
→‎Hendingin: dagføring
Linja 3:
 
== Hendingin ==
Yvirgangsálopið fór fram umleið kl. 11.30 lokala tíð, tá ið tveir vápnaðir menn við Kalashnikov-byrsum noyddu eina kvinnu at tasta kotuna inn, sum kundi lata úthurðina upp til bygningin, har ið redaktiónin var savna á fundi, ímeðan bíðaði ein triði persónur í einum bili uttanfyri. Síðan funnu teir fram til hølini hjá Charlie Hebdo og skutu móti teimum ið vóru har. Fleiri starvsfólk flýddu upp á tekjuna. Onkur av teimum tók uppá video, tá ið teir fóru út aftur úr bygninginum, tað sama gjørdi onkur av grannunum. Í minsta lagi tólv fólk doyðu, og í minsta lagi 11 fólk fingu skaða undir álopinum, harav vóru tveir løgreglumenn, ið vóru skotnir , annar uttanfyri, hin var settur sum lívverji hjá Charb.<ref>{{cite web|url=http://www.dn.se/nyheter/varlden/tolv-doda-i-attack-mot-satirtidning/|title=Tolv döda i attack mot satirtidning|utgivare=Dagens Nyheter|date=7. januar 2015|accessdate=5. januar 2015}}</ref> Sambært Fraklands forseta var talan um eitt yvirgangsálop.<ref>[http://www.bbc.com/news/world-europe-30710883 "Charlie Hebdo: Gun attack on French magazine kills 12"], BBC News, heintað hin 7. januar 2015</ref> Fýra av teimum dripnu vóru teknararnir Cabu, Charb, Tignous og Wolinski. Seinni sama kvøld sum álopið var framt, kom tað fram, at franska løgreglan visti hvørjir teir tríggir álopsmenninir vóru. Sambært fjølmiðlum vóru teir føddir í [[Frakland]]i, men vóru av [[algeria|algeriskum]] uppruna, talan var um tveir brøður og ein heimleyan mann, hvørs tjóðskapur ikki var kendur. Brøðurnir vóru Saïd Kouachi og Chérif Kouachi,. tannEin heimleysitriði maðurinmaður var Hamydeisini undir illgruna og var eftirlýstur, men tað er ivasamt um hesin hevur nakað við álopið móti Charlie Hebdo at gera, tí hann segði seg vera staddan í einum skúla, og floksfelagar hansara váttaðu, at hann hevði verið í skúlanum, meðan hendingin fór fram á blaðnum Charlie MouradHebdo.
 
Um morgunin hin [[9. januar]] 2015 frættist um tveir persónar við automatvápnum, sum skutu í franska býnum [[Dammartin-en-Goële]], ið liggur umleið 50 km í ein landnyrðin [[Paris]] og 12 kilometrar frá [[Aéroport Paris-Charles de Gaulle|Charles De Gaulle flogvøllinum]], har tvey flogfør ikki sluppu at lenda orsakað av kreppustøðuni og av tí at har vóru tyrlur í luftini yvir býnum Dammartin-en-Goële.<ref>[http://jyllands-posten.dk/international/europa/ECE7346815/Rapporter-om-gidseltagning-i-det-nord%C3%B8stlige-Paris/ jyllands-posten.dk - Rapporter om gidseltagning i det nordøstlige Paris]</ref> Útsjóndin á teimum báðum monnunum, ið skutu, svaraði til brøðurnir, ið vóru undir illgruna fyri yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo, ið fór fram tveir dagar áðrenn. Yvirgangsmenninir tóku ein gíðla, hildið var at talan var um eina kvinnu, og so stongdu teir seg inni í einari fyritøku í vinnuøkinum í býnum.<ref>[http://politiken.dk/udland/ECE2505785/terrorjagt-nye-skyderier-i-fransk-landsby/ politiken.dk - Terrorjagt: Nye skyderier i fransk landsby. Skrivað hin 9. januar 2015 av Søren Astrup.] Heintað 9. januar 2015.</ref> Fleiri tyrlur frá løgregluni vóru í luftini yvir økin, har ið yvirgangsmenninir hildu til. Løgreglan var í samráðingum við gíslatakarnar.<ref>[http://politiken.dk/udland/int_europa/ECE2505966/franske-medier-politiet-forhandler-med-gidselstagere/ politiken.dk - Franske medier: Politiet forhandler med gidselstagere. Skrivað 9. januar 2015 av Søren Astrup.] Heintað 9. januar 2015.</ref>
 
=== Offur ===