Munurin millum rættingarnar hjá "2015"

Content deleted Content added
→‎Hendingar: dagføring
Linja 4:
* [[5. januar]] - Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringdi til politiið í [[Keypmannahavn]] og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, og at hann var bangin fyri, at hann hevði dripið hana. Næsta dag tá ið hann var til grundlógarforhoyr, noktaði hann seg tó sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur. Í meðan skuldi málið kannast nærri. Hendingin fór fram í einari íbúð á [[Frederiksberg]].
* [[5. januar]] - [[Jóhan á Plógv Hansen]] spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti [[Svøríki]] og var spældur í [[Malmö]]. Danmark vann dystin 28-23.
*[[7. januar]] - eitt [[Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo|yvirgangsálop varð framt í París]] móti tíðarritinum [[Charlie Hebdo]]. Minst 12 fólk lótu lív og minst 11 fólk vóru særd, tá ið tveir maskeraðir menn við Kalashnikov-byrsum troðkaðu seg inn í bygningin, meðan redaktiónin hevði fund, og byrjaðu at skjóta. Tveir politistar vóru millum tey dripnu. Gerningsmenninir sluppu til rýmingar við einum bili, har ein triði persónur bíðaði. Fýra av teimum dripnu vóru kendir teknarar, ið teknaðu keiputekningar av profetinum Mohammed í 2006.
 
== Føðingar ==