Munurin millum rættingarnar hjá "Gásadalur"

Content deleted Content added
Mimir22 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Removing all content from page
Linja 1:
{{Infoboks Bygd|
navn = Gásadalur|
bygdakort = Gasadalur on Faroe map.png|
postnummar = 387|
kommuna = Sørvágs kommuna|
markatal = 18|
íbúgvar = 14|
íbúgvar_ár = 2005|
viðmerkingar =
}}
 
[[Mynd:Gasadalur, Faroe Islands 1.JPG|thumb|200px|Gásadalur sæddur vestanífrá. Tá ið toka stígur upp hóast sólin skínur, nevnist tokan ''mjørki''.]]
[[Mynd:Heinanova north of Gasadalur.jpg|thumb|200px|[[Heinanøva]] er eitt 612 metrar høgt fjall í ein útnyrðing úr Gásadali.]]
[[Mynd:Stock fish in gasadalur.jpg|thumb|200px|Serføroyskt fyribrigdi. Føroyingum dámar væl at eta [[turrur fiskur|turran fisk]].]]
[[Mynd:Mykines and Gasadalur.jpg|thumb|200px|Á veg oman til Gásadals við Mykines til vinstru.]]
 
'''Gásadalur''' er ein bygd í [[Føroyar|Føroyum]]. Hon liggur vestan fyri [[Bøur|Bø]] í [[Vágar|Vágoynni]] út móti [[Mykinesfjørður|Mykinesfirði]] og er umgyrd av hægstu fjøllunum í oynni - [[Árnafjall]] (722 metrar) fyri norðan og [[Eysturtindur]] (715 metrar) fyri eystan.
 
 
== Alment ==
Lending er sjáldant møgulig. Tískil vóru bátarnir hjá gásadalsfólki altíð í Bø, og tá ið teir ætlaðu at fara út at fiska, máttu teir fara eftir gøtuni upp um Skarð, ið er umleið 400 metrar høgt. Meðan Føroyar vóru hersettar av [[Bretland|Bretlandi]] undir [[Seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]], gjørdu Gásadalsmenn í [[1940]] eina trappu oman til sjógvin. Kortini kundi man neyvan kalla hetta eina havn.
 
Harvið hevur Gásadalur leingi verið einasta bygd í Føroyum uttan vegasamband. Áðrenn [[tunnil]]in varð bygdur, var bert møguligt at koma til Gásadals við tyrlu ella til gongu. Hesin trupulleikin við sambandi hevur gjørt, at bygdin er minkað nógv seinastu árini. Postmaðurin gekk tá við posti upp um fjallið tríggjar ferðir um vikuna. Tá ið danski filmurin "[[1700 metrar frá framtíðini]]" kom út, varð Gásadalur kendur í øllum heiminum.
 
Síðani [[2003]] hevur verið møguligt at ganga ígjøgnum tunnilin (um man hevur eina lykt) og síðan [[2005]] hava gásadalsfólk, ið hava lykil til bummin, loyvi at koyra við bili. Tunnilin er 1.410 metrar til longdar. Áðrenn tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, skulu portalarnir gerast lidnir, partar av loftinum vatntryggjast, vegabreyt gerast og asfalterast.
 
Sambært gásadalsfólki var bygdin avtoftað, var tunnilin ikki komin. Men eingin trygd er fyri, at Gásadalur fer at vaksa aftur. Meirilutin av íbúgvunum eru 60 ár og eldri, og børn búgva ikki leingi í Gásadali. Síðan tunnilin kom ígjøgnum, eru fleiri nýggj hús tó blivin bygd.
 
== Gæsa og gæs ==
Sambært '''søgu Gásadals''' hevur bygdin fingið navn eftir [[Gæsa|Gæsu]] í [[Kirkjubøur|Kirkjubø]]. Hon hevði etið kjøt, hóast tað ikki var loyvt í føstu. Tískil vóru allar ognir tiknar frá henni, og hon mátti flyta til dalin í Vágum. Hinar sagnirnar eru mest um [[huldufólk]]. Ein onnur - heldur trúligari - frágreiðing sigur, at navnið kemst av teimum villgásaflokkum, sum frá gamlari tíð hava tikið seg til Gásadals um summarið.
 
 
== Á veg til Gásadals ==
Hóast tunnilin er tað framvegis trupult at koma til Gásadals. Síðani tunnilin er vorðin veruleiki, hevur tyrlan leingi ikki flogið til Gásadals. Bussurin (Leið 300) koyrir vanliga til [[Sørvágur|Sørvágs]] og bert einaferð um dagin (um kvøldið) tilkallukoyring til Bíggjar, um sagt verður frá tveir tímar áðrenn ferðina.
 
Av tí at Gásadalsfólk vóru tey einastu, sum høvdu lykil til tunnilin, var í fyrstuni ikki møguligt at koyra til Gásadals hjá øðrum fólki. Tey kundu annaðhvørt ganga ígjøgnum tunnilin ella upp um Skarð. Hetta er tó broytt nú (2006), og bummurin er bert stongdur, tá arbeitt verður í tunlinum.
 
Tann gamla gøtan upp um Skarð er 3.500 metrar til longdar og tekur 2½ tíma. Gingið verður fyrst úti við eggina. Her eigur man at ganga sera varliga, uttan at gloyma at njóta tað framúrskarandi útsýnið yvir [[Sørvágsfjørður|Sørvágsfjørð]], [[Tindhólmur|Tindhólm]], [[Gáshólmur|Gáshólm]] og [[Mykines]].
 
Í Gásadali er ongin kirkja. Gudstænasta og lestur eru tískil í skúlanum. Áðrenn kirkjugarðurin varð bygdur í [[1873]], vórðu fólk borin upp um fjallið og grivin í Bø. Miðskeiðis á ferðini er líksteinurin, ið var tað einasta staðið, har sum berararnir hvíldu.
 
Longri frammi á veg til Gásadals er eisini Keldan Vígda, har sum ein prestur vígdi kelduna til at doypa eitt ógvuliga sjúkt barn, ið mátti til læknan í Bø. Var barnið deytt og ódoypt, hevði tað sambært kristnari trúgv mist sálarinnar frelsu.
 
Næst við Skarð er Risasporið. Søgan greiðir frá tveimum risum, ið búðu í Gásadali og í Mykinesi. Tá ið teir komdu til ilnar, ætlaði gásadalsrisin at ganga til Mykinesar. Hann gjørdi sær renningarlop eftir fjøllunum og megnaði at koma út í Mykines í einum lopi. Sporið sæst enn í dag.
 
Tað er onkuntíð bratt og tungt at ganga niðan Gásadalsbrekkuna av Skarðinum. Og man má ansa eftir tí leysa grótinum.
 
== Bókmentir ==
*''1700 meter fra fremtiden'', Danmark 1990, 84 min, Familjufilmur. Leikstjóri: [[Ulla Boje Rasmussen]]. [http://www.filmkontakt.dk/fkn_site/base/film2.lasso?f=21 (Internet: upplýsingar á enskum)]
*''1700 meter fra fremtiden : en film om den færøske bygd Gásadalur''. - Keypmannahavn: Statens Filmcentral, 1990. - 32 s.
*"Jákup Andreas Henriksen - tann gamli postmaðurin úr Gásadali". [http://www.faroestamps.fo/?sprog=&side=58363e51a5e03bf93c2e1eb329cfeaa1 (Internet: upplýsingar á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum)]
*"Til Gongu í Føroyum: Bøur - Gásadalur". [http://www.tourist.fo/ew/media/Brochures/Til%20gongu-hag%C3%B3dska.pdf (Internet: síða 11)]
 
''Sí eisini:'' [[Bygdir í Føroyum]]
 
== Útvortis ávísing ==
{{commons|Gásadalur}}
* [http://www.hagstova.fo www.hagstova.fo] (tað nýggjasta frá hagfrøði)
* [http://www.faroestamps.fo/?sprog=&side=5ce3ba1cdf80ced24cd23500ca70f20f www.faroestamps.fo] (upplýsingar um Gásadal á enskum, týskum, fronskum, donskum og føroyskum)
* [http://www.fms.fo/Figgjarlog/2005D/§%206%20Dagførd/§%206%20viðmerkingar_Tillagað.pdf www.fms.fo (PDF-fíla)] (upplýsingar um tunnilin til Gásadals)
* [http://www.stamps.fo/default.asp?docGuid={96C73E23-05F2-40E5-B815-37393CF501DC}&type=3 www.stamps.fo] (Postsøgan í Gásadali)
* [http://www.tourist.fo/ew/media/Brochures/Til%20gongu-hag%C3%B3dska.pdf www.tourist.fo (PDF-fíla)] (Til gongu í Føroyum)
 
{{Sørvágs kommuna}}
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Vágar]]
 
[[da:Gásadalur]]
[[de:Gásadalur]]
[[en:Gásadalur]]
[[fr:Gásadalur]]
[[is:Gásadalur]]
[[nl:Gásadalur]]
[[pl:Gásadalur]]
[[sv:Gásadalur]]