Munurin millum rættingarnar hjá "Hank Williams"

Content deleted Content added
skrivaði meira tekst
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Hank Williams Promotional Photo.jpg|thumb|Hank Williams]]
[[Mynd:Hank Williams Memorial Montgomery Alabama.JPG|thumb|Inngongdin til Oakwood Cemetery í [[Alabama]] har Hank Williams liggur grivin.]]
'''Hiram King "Hank" Williams, Sr.''' (betri kendur sum '''Hank Williams''', føddur [[17. september]] [[1923]] í [[Alabama]], deyður [[1. januar]] [[1953]] í [[West Virginia]]) var ein amerikanskur [[country]]sangari og sangskrivari. Hann verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklastu og ein av teimum ið hava havt størstu ávirkanina á aðrir tónleikarar í 20. øld.<ref>[http://www.sputnikmusic.com/bands/Hank-Williams/9523/ Hank Williams Sputnik Music profile] Heintað 8. september 2014</ref><ref>[http://www.youtube.com/watch?v=9TNz0O0hXSA I Saw the Light: Hank Williams' Sixty Years of Influence on American Music|The New School] Heintað 8. september 2014</ref> Williams upptók 35 stakløg (fimm útgivin eftir deyða hansara) sum komu á Topp-10 bestseljaralistan hjá ''Billboard'' Country & Western Best Sellers chart, av hesum vóru 11 nummar eitt.
 
Line 8 ⟶ 7:
 
== Lívsleið ==
[[Mynd:Hank Williams Drifting Cowboys Cropped.jpg|thumbnail|Hank Williams, Audry Sheppard og Drifting Cowboys]]
Hank Williams er av enskum-amerikonskum uppruna. Hann vaks upp í fátækradømi við einum pápa, ið var krígsveteranur frá [[Fyrri veraldarbardagi|1. heimskríggi|]] og orsakað av krígsskaðum ofta var innlagdur á sjúkrahúsi. Hansara tónlistarliga bakgrund var [[oldtime]]-tónleikurin og [[blues]]-tónleikurin hjá afroamerikanarunum, ið hann hoyrdi gøtutónleikarar framføra alla staðni. Tað sigst, at hann gjørdist góður vinur við ein av teimum, Rufus Payne, ið eisini nevndist Tee-Tot, og hvørs ávirkan hevur gjørt tónleikin hjá Hank nokk so blues kendan. Hann skrivaði ofta um ólukkuligan kærleika.
 
Linja 20:
 
=== Sjúka og deyði ===
[[Mynd:Hank Williams Memorial Montgomery Alabama.JPG|thumb|Inngongdin til Oakwood Cemetery í [[Alabama]] har Hank Williams liggur grivin.]]
Hann hevði trupulleikar av pínu í rygginum, sum skyldaðist at hann varð føddur við ryggmergsbrokki, og var plágaður av rúsdrekkamisnýtslu og av heilivágsmisnýtslu, ið førdi til versnandi heilsu. Hann var fleiri ferðir til avvenjingar. Í 1952 var hann til avvenjing og skuldi síðan gera eitt comeback. Tann fyrsta konsertin skuldi eftir ætlan vera nýggjársaftan í Charleston, West Virginia, men orsakað av kavastormi í Nashville økinum, so var flúgving avlýst, og Hank mátti ístaðin koyra við bili til konsertirnar, men konsertin ið skuldi vera í Charlston varð avlýst. Hank leigaði Charles Carr til at koyra seg til tað næstu konsertina, ið skuldi vera nýggjársdag 1953 í Canton, Ohio. Á vegnum støðgaðu teir á einum motelli, har ið Carr ringdi eftir lækna till Hank. Læknin gav honum sproytur við B-12 vitamin og við morfini. Hank mátti berast út í bilin, tí hann hostaði so illa. Teit komu tó ikki vegin fram, tí á veg til konsertina fekk hann doyði í bilinum. Carr fann útav, at Hank Williams var deyður, tá ið hann støðgaði við eina bensinstøð í Oak Hill. Politiið fann tómar øldósir og eina hondskrivaða yrking í bilinum, har ið Hank hevði sitið. Líkskurðurin vísti, av høgra hjartakamar var gingið fyri og læknin fann bløðingar í hjartanum og hálsinum. Læknin, Dr. Ivan Malinin, ið framdi líkskurði skrivaði eisini, at Hank nýliga var blivin illa bukaður og sparkaður í skrevið. Líkið varð koyrt til Montgomery, Alabama, har hann varð lagdur í eina silvurkistu í heiminum hjá mammu hansara hin 2. januar, har hann varð vístur fram í tveir dagar. Mett verður, at umleið 15.000 til 20.000 gingu framvið kistu hansara. Hann varð jarðaður hin 4. januar 1953.