Munurin millum rættingarnar hjá "Hank Williams"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 3:
'''Hank Williams''' (føddur [[17. september]] [[1923]] í [[Alabama]], deyður [[1. januar]] [[1953]] í [[West Virginia]]) var ein amerikanskur [[country]]sangari og sangskrivari. Hann verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklastu og ein av teimum ið hava havt størstu ávirkanina á aðrir tónleikarar í 20. øld.<ref>[http://www.sputnikmusic.com/bands/Hank-Williams/9523/ Hank Williams Sputnik Music profile] Heintað 8. september 2014</ref><ref>[http://www.youtube.com/watch?v=9TNz0O0hXSA I Saw the Light: Hank Williams' Sixty Years of Influence on American Music|The New School] Heintað 8. september 2014</ref> Williams upptók 35 stakløg (fimm útgivin eftir deyða hansara) sum komu á Topp-10 bestseljaralistan hjá ''Billboard'' Country & Western Best Sellers chart, av hesum vóru 11 nummar eitt.
 
Hann vaks upp í fátækradømi við einum pápa, ið var krígsveteranur frá [[Fyrri veraldarbardagi|1. heimskríggi|]] og orsakað av krígsskaðum ofta var innlagdur á sjúkrahúsi. Hansara tónlistarliga bakgrund var [[oldtime]]-tónleikurin og [[blues]]-tónleikurin hjá afroamerikanarunum, ið hann hoyrdi gøtutónleikarar framføra alla staðni. Tað sigst, at hann gjørdist góður vinur við ein av teimum, Rufus Payne, ið eisini nevndist Tee-Tot, og hvørs ávirkan hevur gjørt tónleikin hjá Hank nokk so blues kendan. Hann skrivaði ofta um ólukkuligan kærleika. Hank stovnaði backup orkestrið Drifting Couboys í 1938. Móðir hansara var manager hjá orkestrinum.
 
Hann hevði trupulleikar av pínu í rygginum, sum skyldaðist at hann varð føddur við ryggmergsbrokki, og var plágaður av rúsdrekkamisnýtslu og av heilivágsmisnýtslu, ið førdi til versnandi heilsu. Hann var fleiri ferðir til avvenjingar. Í 1952 var hann til avvenjing og skuldi síðan gera eitt comeback. Tann fyrsta konsertin skuldi eftir ætlan vera nýggjársaftan í Charleston, West Virginia, men orsakað av kavastormi í Nashville økinum, so var flúgving avlýst, og Hank mátti ístaðin koyra við bili til konsertirnar, men konsertin ið skuldi vera í Charlston varð avlýst. Hank leigaði Charles Carr til at koyra seg til tað næstu konsertina, ið skuldi vera nýggjársdag 1953 í Canton, Ohio. Á vegnum støðgaðu teir á einum motelli, har ið Carr ringdi eftir lækna till Hank. Læknin gav honum sproytur við B-12 vitamin og við morfini. Hank mátti berast út í bilin, tí hann hostaði so illa. Teit komu tó ikki vegin fram, tí á veg til konsertina fekk hann doyði í bilinum. Carr fann útav, at Hank Williams var deyður, tá ið hann støðgaði við eina bensinstøð í Oak Hill. Politiið fann tómar øldósir og eina hondskrivaða yrking í bilinum, har ið Hank hevði sitið. Líkskurðurin vísti, av høgra hjartakamar var gingið fyri og læknin fann bløðingar í hjartanum og hálsinum. Læknin, Dr. Ivan Malinin, ið framdi líkskurði skrivaði eisini, at Hank nýliga var blivin illa bukaður og sparkaður í skrevið. Líkið varð koyrt til Montgomery, Alabama, har hann varð lagdur í eina silvurkistu í heiminum hjá mammu hansara hin 2. januar, har hann varð vístur fram í tveir dagar. Mett verður, at umleið 15.000 til 20.000 gingu framvið kistu hansara. Hann varð jarðaður hin 4. januar 1953.
 
Hann er ein av teimum týdningarmestu tónleikarunum innan tað slagi av country ið nevnist [[honky-tonk]] og nakrir av kendastu sangum hansara eru "Honky Tonk Blues", "[[Your Cheatin' Heart (sangur)|Your Cheatin' Heart]]", "Hey, Good Lookin'", "Jambalaya (On the Bayou)" og "You Win Again" og "I'm So Lonesome I Could Cry".
 
Hann er faðir [[Jett Williams]] og [[Hank Williams Jr.]] og abbi [[Hank Williams III]].
 
== Sjúka og deyði ==
Hann hevði trupulleikar av pínu í rygginum, sum skyldaðist at hann varð føddur við ryggmergsbrokki, og var plágaður av rúsdrekkamisnýtslu og av heilivágsmisnýtslu, ið førdi til versnandi heilsu. Hann var fleiri ferðir til avvenjingar. Í 1952 var hann til avvenjing og skuldi síðan gera eitt comeback. Tann fyrsta konsertin skuldi eftir ætlan vera nýggjársaftan í Charleston, West Virginia, men orsakað av kavastormi í Nashville økinum, so var flúgving avlýst, og Hank mátti ístaðin koyra við bili til konsertirnar, men konsertin ið skuldi vera í Charlston varð avlýst. Hank leigaði Charles Carr til at koyra seg til tað næstu konsertina, ið skuldi vera nýggjársdag 1953 í Canton, Ohio. Á vegnum støðgaðu teir á einum motelli, har ið Carr ringdi eftir lækna till Hank. Læknin gav honum sproytur við B-12 vitamin og við morfini. Hank mátti berast út í bilin, tí hann hostaði so illa. Teit komu tó ikki vegin fram, tí á veg til konsertina fekk hann doyði í bilinum. Carr fann útav, at Hank Williams var deyður, tá ið hann støðgaði við eina bensinstøð í Oak Hill. Politiið fann tómar øldósir og eina hondskrivaða yrking í bilinum, har ið Hank hevði sitið. Líkskurðurin vísti, av høgra hjartakamar var gingið fyri og læknin fann bløðingar í hjartanum og hálsinum. Læknin, Dr. Ivan Malinin, ið framdi líkskurði skrivaði eisini, at Hank nýliga var blivin illa bukaður og sparkaður í skrevið. Líkið varð koyrt til Montgomery, Alabama, har hann varð lagdur í eina silvurkistu í heiminum hjá mammu hansara hin 2. januar, har hann varð vístur fram í tveir dagar. Mett verður, at umleið 15.000 til 20.000 gingu framvið kistu hansara. Hann varð jarðaður hin 4. januar 1953.
 
== Tónleikaútgávur (úrval) ==